Landafrøði 2 - page 41

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
41
Harumframt kunnu politiskar avgerðir og fólkaflytingar brádliga
broyta mátan, summenniskju gagnnýta jørðina. Eisini hendingar langt
afturi í tíðini, til dømis í hjálandatíðini, ávirka, hvussu jørðin verður
brúkt enn tann dag í dag.
Vatningarskipanir
Við vatningarskipanum ber til at velta øki, sum annars høvdu verið
alt ov turr. Tá kann ymisk grøði vaksa, sum als ikki trívist í turrum
veðurlagi. Í Kina fær meiri enn helvtin av øllum dyrkilendi vatn frá
vatningarskipanum. Í Saudiarabia er meginparturin av landinum
oyðimørk, men nú eru stórir hveitiakrar har, og tað ber einans til við
vatningarskipanum. Tær eru fíggjaðar av inntøkum frá teimum stóru
oljukeldunum í landinum.
Nógvastaðni í heiminum hava menniskju gjøgnum hart arbeiði og
drúgvar royndir skapað dyrkilendi, har sum ongar natúrligar for­
Við vatningarskipanum ber til at velta
grønmeti í turra landslagnum nær við
Ulan Bator í Mongolia.
Eitt land varð til 15
Sovjetsamveldið var
heimsins størsta land frá
1922 til 1991. Tá varð landið
býtt sundur í 15 sjálvstøðug
lond, teirra millum
Kasakstan og Usbekistan.
I...,31,32,33,34,35,36,37,38,39,40 42,43,44,45,46,47,48,49,50,51,...148
Powered by FlippingBook