Landafrøði 2 - page 39

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
39
Tá ið fólk høvdu sviðbrúk, máttu tey ofta flyta, men tá ið tey
velta við haka og hava vakstrarskifti, verða tey vanliga búgvandi í
sama stað. Og tá ið fólk eru búføst, er lættari at seta í verk eitt nú
skúlagongd og vatnveiting.
At velta rís
Rís verður fyrst og fremst velt í sunnara og eystara parti av Asia.
Til eru í høvuðsheitum tvey sløg av rísi:
vátt rís
, sum eisini verður
nevnd
láglendisrís
, og
turt rís
ella
hálendisrís
. Turt rís verður velt
víða hvar, millum annað í líðunum á heimsins hægstu fjøllum í
Himalaia. Men vátt rís hevur nógv størri týdning.
Vátt rís verður plantað undir vatni, og tí krevst nógv vatn,
meðan tað veksur. Vátt rís verður tí einamest velt á slættlendi nær
við áir og á stórum oyrum. Har, ið lendið ikki er púra slætt, hava
tey gjørt bríkar, sum vatn verður leitt inn á. Tað ber til at velta rís
á sama stað í nógv ár, hóast ikki verður taðað.
Tað er ógvuliga arbeiðskrevjandi at velta rís. Bæði til at sáa,
planta og heysta, og eisini tí at vatningarskipanirnar krevja nógv
viðlíkhald. Tað ger, at hvør bóndi ofta bara hevur eitt lítið øki at
velta á. Men sjálvt ein lítil rísvelta kann geva nógv av sær, og tí eru
landslutir, har rís verður velt, ofta fjølbygdir.
Gróðrarlundir
Eitt slag av jarðarbrúki, sum er at finna nógvastaðni í tropubelt­
inum, eru gróðrarlundir, eisini nevndar plantasjur. Gróðrarlundir
fevna um stór øki, har tað sumoftast bara veksur ein ávís grøði. Tær
verða røktar av arbeiðsfólki, sum er sett í starv har. Plantasjurnar
vórðu gróðursettar í hjálandatíðini til at framleiða evropeum
vørur, sum ikki kundu vaksa heima í Evropa.
Í gróðrarlundum verða til dømis dyrkaðar bananir, ananas,
kokosnøtir, sukur, kaffi ella te. Men talan kann eisini vera um
grøði, sum ikki er matur, til dømis gummitrø ella sissalplantur,
sum millum annað verða brúktar til reip.
Traktorar í Svøríki og í Miðafrikalýðveldinum
Í Svøríki arbeiða 170.000 fólk í landbúnaðinum. Til at útinna arbeiðið
hava tey 165.000 traktorar. Í Miðafrikalýðveldinum búgva meira enn
4 milliónir fólk. Flestu teirra arbeiða í landbúnaðinum. Tey hava til
samans 30 traktorar (tølini eru frá ár 2000).
Vátt rís verður plantað undir vatni. Her gera tey
klárt at planta eystarlaga í Bangladesj.
I...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...148
Powered by FlippingBook