Landafrøði 2 - page 40

40
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Landslagið broytist alsamt
Landslagið, har landbúnaður er, broytist alsamt. Viðhvørt broytist tað
brádliga, men annars henda broytingar í longri tíðarskeið. Í Norður­
londum eru bóndagarðarnir fækkaðir hesi seinastu 50 árini. Summa­
staðni er lendið farið til skógir ella fríøki, aðrastaðni til golfbreytir ella
beiti hjá rossum. Og samstundis eru teir stóru garðarnir vorðnir enn
størri. Í Føroyum var fyri 50 árum síðan kúgv í næstan hvørjum húsi á
bygd. Nú eru øll neytini savnað í stórum fjósum.
Hyggja vit at myndum av smáum jarðarbrúkum í Afrika, har fólk
nýta einføld amboð, halda vit kanska, at soleiðis hevur tað sæð út, so
leingi sum fólk hava búð har. Men so er ikki. Eisini í Afrika ávirka
menniskjuni landslagið, til dømis tá ið farið verður undir at velta eina
nýggja grøði ella at brúka nýggj amboð. Í hjálandatíðini hendu stórar
broytingar, tá nógv fólk noyddust at flyta ella at velta jørðina øðrvísi,
enn tey høvdu gjørt áður. Nú á døgum selja bøndur kring allan heim
vanliga ein part av tí, sum teir velta. Eftirspurningur og prísir kunnu
skjótt broytast, og tí ávirkar heimsmarknaðurin sjálvt tey minstu
jarðarbrúkini.
Broytingar í fólkatalinum ávirka landslagið
Tá ið fólkatalið veksur ella minkar, verður landslagið ávirkað. Í nógvum
fátækumlondumveksur fólkatalið skjótt.Tákann taðhenda, at enn fleiri
fólk fara undir landbúnað. Tey velta upp úr nýggjum og royna nýggjar
mátar at dyrka jørðina. Av hesum verður økt um landbúnaðarøkið í
teimum flestu fátæku londunum. Akrar og beitilendi troka seg inn á
skógin og tær stóru grasfløturnar, savannuna.
Nógvastaðni minkar fólkatalið á bygd, bæði í teimumríku londunum
og onkrum av teimum fátæku, til dømis í Suðuramerika. So hvørt sum
maskinurnar gera meiri og meiri av arbeiðinum í landbúnaðinum,
skulu alt færri fólk til at framleiða tann matin, sum okkum tørvar. Í
staðin flyta fólk inn í býirnar at leita eftir arbeiði og inntøku. Eisini
hetta ávirkar landslagið, til dømis við at fólk rýma av bóndagørðum, og
bøur og veltur falla í órøkt.
Mátin, sum menniskju gagnnýta jørðina,
broytir og broytist
Veðurlag og jørðildi hava nógv at siga fyri, hvussu jørðin verður brúkt.
Men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum ávirka. Peningur, nýggj
tøkni og meiri arbeiðsmegi kunnu flyta tey mørk, sum náttúran setur.
Alt færri jarðarbrúk í
Svøríki
Í 1945 vóru 3,5 mill. hektarar
av jørð veltir í Svøríki. Í 2007
var víddin minkað niður í
um leið 2,7 mill. hektarar. Í
sama tíðarskeiði er talið á
jarðarbrúkumminkað enn
meira, úr 285.000 niður í
75.000. Samstundis er fram­
leiðslan í landbúnaðinum
alsamt vaksin.
Færri neytabøndur í
Føroyum
Í 1990 vóru í Føroyum 95
garðar við til samans 1.040
mjólkkúm. Teir seldu til
samans 5.849 tons av mjólk.
Í 2013 vóru einans 28 garðar
við til samans 1.095 mjólkkúm.
Teir seldu til samans 6.921 tons
av mjólk. Talið á kúm er so
statt á leið tað sama, men talið
á gørðum, sum hava neyt,
er minkað niður í minni enn
ein triðing, samstundis sum
framleiðslan er vaksin við 18
prosentum.
I...,30,31,32,33,34,35,36,37,38,39 41,42,43,44,45,46,47,48,49,50,...148
Powered by FlippingBook