Landafrøði 2 - page 42

42
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
treytir vóru fyri tí. Men menniskju kunnu eisini gera, at dyrkilendi
hvørvur ella versnar. Í 1950-árunum tóku tey ráðandi í táverandi
Sovjetsamveldinum ta avgerð at velta lendið rundan um Aralvatn.
Veldiga stór øki í núverandi Kasakstan og Usbekistan vórðu velt til
bummull at vaksa á. Áarvatnið, sum áður rann út í Aralvatn, var leitt í
eina vatningarskipan, sum vatnaði bummullarakrarnar. Avleiðingin av
hesum er, at Aralvatn er í ferð við at torna upp. Tað er nú minni enn
helvtina so stórt, sum tað var; og hetta hevur elvt til stóran vanda fyri
umhvørvið har á leið. Fyrr var Aralvatn fjórðstørsta vatn í heiminum.
Nú er tað á tíggjunda plássi. Býurin Muynak var til dømis ein týðandi
fiskivinnuhavn. Nú eru næstan 100 km millum býin og vatnið. Tað
vatnið, sum er eftir í Aralvatni, er blivið so salt, at fiskurin doyr. Eisini
veltur og akrar kring vatnið eru blivin ov sølt, og nógv fólk eru vorðin
Aralvatn er minkað so nógv, at
bátar eru at finna upp til 100 km
frá vatninum.
0 100 km
USBEKISTAN
KASAKSTAN
1960
1989
2004
S
y
r
-
D
a
r
j
a
A
m
u
-
D
a
r
j
a
Aralvatn
I...,32,33,34,35,36,37,38,39,40,41 43,44,45,46,47,48,49,50,51,52,...148
Powered by FlippingBook