Landafrøði 2 - page 38

38
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
framleiða ein hóp av ymiskum vørum, bæði til familjuna og at
selja. Í familjuni eru ofta fleiri ættarlið, sum hjálpa hvørjum øðrum
í arbeiðinum. Vanliga hava summi teirra eisini arbeiði aðrastaðni
fyri at uppihalda familjuni.
Sviðbrúk
Ein máti at velta jørðina, sum fyrr í tíðini var vanligur nógvastaðni,
er sviðbrúk. Serliga í frumskógarøkjum við kargari jørð er hetta
ein góður máti.
Sviðbrúk fer fram soleiðis, at trø og runnar verða høgd niður
og brend. Øskan taðar moldina og ger hana fruktagóða í eitt stutt
áramál. Økið, sum varð brent, verður velt í nøkur ár, og so verður
flutt til eitt annað stað. Á tí gamla økinum sleppur frumskógurin
aftur at vaksa. Hetta ber í sær, at fólk flyta ofta.
Har, sum tey hava sviðbrúk, velta tey ofta nógva ymiska grøði
á sama stað. Grøðin er staðin ymsar tíðir á árinum og veitir fólki
meginpartin av tí føði, teimum tørvar. Eitt lítið sindur av grøðini
verður selt ella skift um við aðrar vørur.
Tey kunnu heysta rættiliga nógv, hóast ikki so nógv arbeiði
verður lagt í, og tey ikki hava nógv amboð. Ein vansi er tó, at
sviðbrúk krevur stórar víddir. Tann brendi skógurin má fáa tíð at
vaksa uppaftur, áðrenn hann aftur verður brendur, annars verður
ov lítið av øsku til taðing. Í frumskóginum kann tað taka 10–25 ár.
Nú á døgum verður lítið og einki gjørt við sviðbrúk.
Vakstrarskifti og velting við haka
Nógvastaðni eru tey farin frá sviðbrúki til at velta við haka. Tá
verður jørðin arbeidd við haka, og akrarnir verða veltir í eitt áramál.
Síðan verða teir eina tíð liggjandi í opinekru, har einki verður
sáað. Soleiðis kann moldin koma fyri seg aftur. Bøndur kunnu
lata jørðina hvíla nøkur fá ár og upp til eini fimtan ár. Teir síggja
eisini til, at har verður taðað, so moldin aftur verður fruktagóð.
Summastaðni verða tøð borin út í akurin. Og eftir at grøðin er
heystað, kunnu kríatúrini ganga á beiti og taða samstundis.
Ein annar máti at velta jørðina er at hava
vakstrarskifti
. Tað vil
siga, at hvørt ár verður skift ímillum ymiska grøði í hvørjum akri,
og harumframt verða av og á veltar ertrar ella bønir, sum veita
moldini nitrogen, ið er taðingarevni. Tá er ikki neyðugt at lata
jørðina liggja ónýtta innímillum.
Smáar veltur, einføld amboð og nógvar hendur. Bøndur
seta niður epli høgt uppi í fjøllunum í Peru.
Á Yucatan-nesinum í Meksiko veður
sissal velt í stórum gróðrarlundum.
Úr bløðunum á sissalplantuni fáast
tægrir, summillum annað verða
brúktar at gera tog úr.
Sviðbrúk í Liberia.
I...,28,29,30,31,32,33,34,35,36,37 39,40,41,42,43,44,45,46,47,48,...148
Powered by FlippingBook