Landafrøði 2 - page 31

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
31
Landbúnaður
Kring allan heimin velta menniskju jørðina. Teir elstu akrarnir eru har,
sum londini Turkaland, Sýria og Irak nú eru. Har hava menniskju velt
í meira enn 10.000 ár. Aðrastaðni, til dømis fram við Amason-ánni í
Brasil, eru tey nústani farin at høgga skógir fyri at fáa jørð at velta.
Í summum londum er bara eitt sindur av lendinum velt. Í øðrum
londum er at kallað øll jørðin velt, til dømis í Bangladesj og í Niður­
londum. Sjálvt í teimum turrastu oyðimørkunum eru oasur, har millum
annað dadlupálmar vaksa. Men norðast og sunnast á jørðini er ov kalt
at velta nakað. Tað sama er galdandi uppi í teimum høgu fjøllunum.
Har er vakstrarskeiðið ov stutt til, at nøkur grøði kann búnast, hóast
summarið kann vera heitt.
Búnaðarjørð
Til eru ymisk sløg av jørðildi.
Brúnjørðildi
verður tað nevnt, summillum
annað er í Danmark, Suðursvøríki og Norðurevropa. Tað er eitt ógvuliga
fruktagott jørðildi, sum er væl egnað at velta ymiska grøði í.
Eitt annað slag av jørðildi er
sortujørðildi
, sum til dømis er í Ukraina
og Suðurrusslandi. Har eru ógvuliga stórir akrar, ið hava stóran týdning
fyri kornframleiðsluna í heiminum.
Løssjørð er eitt ógvuliga fínkornað slag av mold, sum er vorðin til
av fokdusti, ið er borið við vindinum. Ein partur av hesum tilfari kom
longu fyri túsundtals árum síðan frá økjum, sum komu undan inn­
landsísinum, tá ið ístíðin var at enda. Og ein partur kemur úr ymsum
oyðimørkum. Jørðildið í stórum pørtum av Kina er fruktagóð mold,
sum stavar frá fokdusti.
Meira enn 3000 ára gamal
málningur úr einari grøv í
Sennedjem í Egyptalandi.
Nildalurin er eitt tað elsta
dyrkaða økið í verðini.
I...,21,22,23,24,25,26,27,28,29,30 32,33,34,35,36,37,38,39,40,41,...148
Powered by FlippingBook