Landafrøði 2 - page 23

HEIMSINS ÍBÚGVAR
23
1
2
3
5
4
6
Milliardir
Fólk
1700
1600
Ár
1500
1800
1900
2000
2100
2050
0
7
8
9
10
11
Hvussu sær framtíðin út
Líka síðan 18. øld hava granskarar ávarað um, at skjótt fóru alt ov nógv
fólk at vera á jørðini, og at maturin fór ikki at røkka til øll. Nógvir
serfrøðingar hava eisini ávarað um, at oljan og annað náttúruríkidømi,
sum ikki kann endurnýggjast, fer at verða uppi. Men higartil eru allir
farnir skeivir.
Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv fólk kunnu liva á jørðini. Men vit vita, at tað
kunnu vera nógv fleiri, enn tað eru nú. Tað avgerandi er, hvussu vit menniskju liva,
og hvussu vit býta millum okkum tað náttúruríkidømið, sum er til. Bara maturin,
sum nú á døgum verður framleiddur, kundi verið nóg mikið til fleiri milliardir fólk,
um hann varð býttur øðrvísi. Sum er, er tað ein lítil partur av heimsins íbúgvum, ið
brúkar meginpartin av tí, sum er tøkt á jørðini. Alt størri partur av heimsins borgarum
strembar eftir at kunna liva um leið á sama hátt sum vit, og tí máa íbúgvarnir á jørðini
støðugt burtur av tí tilfeingi, sum er til. Samstundis kann tað økta trýstið á tilfeingið
seta ferð á menningina av nýggjari tøkni, ið broytir tørvin á tilfeingi ella orku.
Tey nýggjastu tølini úr øllum heiminum vísa, at føðitíttleikin minkar, og at fólka-
talið ikki veksur líka skjótt og líka nógv sum áður. Hetta er serliga galdandi í teimum
londum, har nógv fólk hava fingið tryggari lívskor og betri fíggjarlig kor.
I...,13,14,15,16,17,18,19,20,21,22 24,25,26,27,28,29,30,31,32,33,...148
Powered by FlippingBook