Landafrøði 2 - page 18

18
HEIMSINS ÍBÚGVAR
Aids rakar ung fólk hart
Ein stórur heilsutrupulleiki kring alla verðina er sjúkan aids, sum
kann smitta við kynsligari samveru, og virusið hiv, sum ber smittuna
av hesi sjúku. Virusið kom frá fyrstan tíð út millum fólk í Kongo í
1950-árunum. Nú á døgum verður mett, at um leið 40 milliónir fólk
eru smittað, harav meira enn 25 milliónir búgva í Afrika sunnan fyri
Sahara. Í summum av harðast raktu londunum, til dømis Suðurafrika,
Botsvana, Simbabvi og Malavi, er næstan helvtin av øllum nýføðingum
smittað. Hetta ber í sær, at tann væntaða miðal lívsævin í hesum lond­
unum lækkar. Harumframt gerast sera nógv børn foreldraleys.
Aids/hiv var ein týðandi orsøk til, at fólkavøksturin í til dømis Botsvana
eftir tíggju árum minkaði úr trimum prosentum niður í næstan einki.
Aids/hiv rakar serliga fólk í arbeiðsførum aldri. Soleiðis er hendan
sjúkan øðrvísi enn nógvar aðrar sjúkur, har tað serliga eru gomul og
veik, sum verða sjúk. Hetta ber í sær, at nógvar familjur missa inntøku
sína ella ikki longur kunnu velta tað, sum teimum tørvar.
Í einum bussi í Bangkok í Tailandi fáa
ferðafólkini upplýsing um hiv/aids,
og hvussu tey kunnu verja seg fyri
smittu.
I...,8,9,10,11,12,13,14,15,16,17 19,20,21,22,23,24,25,26,27,28,...148
Powered by FlippingBook