Landafrøði 2 - page 17

HEIMSINS ÍBÚGVAR
17
Aðrar vanligar sjúkur, sum kosta nógv mannalív í fátækum londum,
eru ymiskar búksjúkur, tuberklar, sniglafepur (smittar gjøgnum evarska
smáar ormar í vatni) og meslingar. Fyrr í tíðini vórðu hættisligar sjúkur
ofta til farsóttir, sum vardu í fleiri ár. Ógvuliga nógv fólk doyðu, og í
stórum økjum minkaði fólkatalið. Tað hendi til dømis í Suðuramerika
og Miðamerika í 16. øld, tá fólk úr Evropa høvdu pokur og meslingar
við sær hagar.
Pest og kolera hava somuleiðis kravt nógv mannalív; og hesar far­
sóttirnar herja framvegis av og á. Sjúkurnar breiða seg serliga í sambandi
við náttúruvanlukkur, og tá ið fólk í hópatali flýggja undan kríggi og
hungursneyð. Svartideyði, sum gjørdi um seg millum 1320 og 1400,
var ein farsótt, ið drap um leið ein triðing av øllum fólkum á jørðini.
Hildið verður, at bara í Kina doyðu 45 milliónir fólk, og í Evropa 25
milliónir.
Væntað miðal lívsævi
Miðal lívsævi
er miðalaldurin á teimum, sum doyggja.
Væntað miðal lívsævi
er talið á árum, sum fólk í ávísum aldri í miðal væntast at hava eftir at
liva. Hon er ymisk fyri ymiskar aldursbólkar. Til dømis kunnu nýføðingar í
Føroyum vænta at liva í næstan 82 ár.
Ein kona í Burkina Faso vatnar grøn-
metið hjá sær, meðan hon ber barnið
á bakinum. Í hesum landinum er
stórur fólkavøkstur, men kvinnurnar
fáa alt færri børn í part.
I...,7,8,9,10,11,12,13,14,15,16 18,19,20,21,22,23,24,25,26,27,...148
Powered by FlippingBook