Landafrøði 2 - page 14

14
HEIMSINS ÍBÚGVAR
Fleiri ella færri fólk
Tað eru tvey ymisk viðurskifti, sum gera av, um fólkatalið í einum landi
veksur ella minkar. Annað er burðaravlopið, sum er munurin millum
talið á fólkum, sum verða fødd, og talið á fólkum, sum doyggja. Hitt er,
hvussu nógv fólk flyta til landið, og hvussu nógv flyta av landinum. Tá
føðitíttleikin
er høgur, samstundis sum
deyðstíttleikin
er lágur, verður
stórur vøkstur í fólkatalinum.
Lágur føðitíttleiki í ríkum londum
Í nógvum ríkum londum verða fá børn fødd. Orsøkin til tað er fyrst
og fremst góðu lívskorini í hesum londum. Tá ið fólk hava nóg mikið
at liva av og hava atgongd til skúlar, sjúkrahús og tryggleika, so minkar
føðitíttleikin. Góðir møguleikar at fáa fatur á fyribyrgjandi evnum
gera eisini, at føðitíttleikin minkar, og somuleiðis økt javnstøða millum
kvinnur og menn.
Men eitt vandamál er við lágum føðitíttleika. Í londum, har fá børn
verða fødd, fer tað um nøkur ár at verða soleiðis, at ein stórur partur av
fólkinum eru pensjonistar, tað er fólk, sum ikki longur arbeiða. Hetta
ber í sær, at ein minni partur av fólkinum við arbeiði sínum má uppi-
halda teimum gomlu, sum verða nógv fleiri í tali.
Í Føroyum er føðitíttleikin høgur og deyðstíttleikin lágur. Hetta
einsamalt kundi havt ein fólkavøkstur við sær. Men av tí at nógv fleiri
fólk flyta av landinum enn til landið, minkar fólkatalið kortini.
Tvær fólkatals-pýramidur. Onnur fyri eitt fátækt land, Móritania, og hin fyri eitt ríkt land,
Føroyar. Hvørt rað í pýramiduni vísir partin av íbúgvunum í landinum, sum er í tí ávísa
aldursbólkinum. Talvan vísir týðiliga, at í Móritania eru nógv fleiri børn enn gomul fólk. Í
Føroyum harafturímóti er parturin av børnummunandi minni.
Menn
Kvinnur
Móritania
Menn
Kvinnur
Føroyar
Aldur
Íbúgvar í %
10 8 6 4 2 0 2 4 6 8 10
10 8 6 4 2 0 2 4 6 8 10
Íbúgvar í %
90 –
85 – 89
80 – 84
75 – 79
70 –74
65 – 69
60 – 64
55 – 59
50 – 54
45 – 49
40 – 44
35 – 39
30 – 34
25 – 29
20 – 24
15 – 19
10 – 14
5 – 9
0 – 4
Føðitíttleiki,
deyðstíttleiki
Føðitíttleikin sigur, hvussu
nógv børn verða fødd um
árið fyri hvørji 1000 fólk í
landinum.
Deyðstíttleikin sigur,
hvussu nógv fólk doyggja
um árið fyri hvørji 1000 fólk í
landinum.
I...,4,5,6,7,8,9,10,11,12,13 15,16,17,18,19,20,21,22,23,24,...148
Powered by FlippingBook