Landafrøði 2 - page 21

HEIMSINS ÍBÚGVAR
21
Tilflyting til Norðurevropa
Hesi seinastu áratíggjuni hevur verið ein stór tilflyting til Norðurevropa
úr Suðurevropa, Turkalandi og londum í Asia, Suðuramerika og Afrika,
sum áður vóru hjálond. Fólk úr fyrrverandi hjálondum eru fyrst og
fremst búsett í „móðurlondunum“, tað er Bretlandi og Fraklandi. Flestir
tilflytarar eru í Týsklandi, harav meginparturin kemur úr Turkalandi.
Í Noregi eru um leið 13 prosent av íbúgvunum tilflytarar ella hava
bæði foreldur sum tilflytarar, flestir úr Póllandi og Svøríki. Í Danmark
eru um leið 10 prosent av íbúgvunum tilflytarar ella eftirkomarar hjá
tilflytarum. Av teimum eru fólk av turkiskum uppruna tann størsti
bólkurin, um leið fimti hvør tilflytari. Í Svøríki eru um leið 20 prosent
av íbúgvunum tilflytarar ella hava foreldur, ið eru tilflytarar. Næstan
ein triðingur av tilflytarunum er úr Finnlandi, og næststørsti bólkurin
er tilflytarar úr Jugoslavia (ella teimum londum, sum áður vóru Jugo­
slavia). Meginparturin av tilflytarunum býr í stórbýunum, serliga í
ávísum forstøðum.
Flytingin til Norðurlond tók av álvara dik á seg í 1960-árunum. Til­
flytarar komu fyrst og fremst fyri at arbeiða á verksmiðjum, tí stórur
tørvur var á arbeiðsmegi. Nú á døgum eru tað fyrst og fremst flóttafólk,
sum koma til Norðurlond. Onnur koma, tí at tey longu hava skyldfólk
í landinum.
Av fólkinum í Føroyum eru næstan 4 prosent fødd í øðrum londum
enn Føroyum og Danmark, men tað ber ikki til at siga, hvussu nógv
teirra hava føroysk foreldur. Heldur ikki ber til at siga, hvussu nógv
fólk í Føroyum hava foreldur úr øðrum londum. Av teimum fólkunum
í Føroyum, sum eru fødd aðrastaðni enn í Føroyum og Danmark, eru
flestu fødd í Íslandi, Grønlandi, Noregi, Bretlandi, Svøríki, Tailandi,
Filipsoyggjum, Póllandi og Rumenia.
Úr Irak til Södertälje, sum er ein býur
nærindis Stockholm. Södertälje hevur
tikið ímóti fleiri flóttafólkum úr Irak
enn USA og Kanada til samans.
I...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...148
Powered by FlippingBook