Landafrøði 2 - page 22

22
HEIMSINS ÍBÚGVAR
Lond, har sum
minsti
parturin av
fólkinum býr í býum:
1.
Eysturtimor 8 %
2.
Butan
9 %
3.
Burundi
10 %
4.
Uganda
13 %
5.
Nepal
15 %
Hvussu er støðan, har sum tú
býrt? Veksur fólkatalið, ella
minkar tað?
Hvørjar avleiðingar hevur
tað?
?
Hvat er eitt tættbygt øki?
Í Vesturevropa verða pláss við minst 2000 íbúgvum roknað sum
tættbygd øki. Í Føroyum kann ein kommuna verða nevnd býur, tá ið
fólkatalið er oman fyri 1500 fólk.
Lond, har sum
størsti
parturin av
fólkinum býr í býum:
1.
Singapor
100 %
2.
Belgia
97 %
3.
Kuvait
96 %
4.
Ísland
93 %
5.
Uruguei
93 %
Fólk flýggja av bygd
Eitt annað slag av fólkaflyting er, tá ið fólk flyta av bygd til býirnar.
Hetta verður nevnt
býargerð
ella
urbanisering
. Nú á døgum býr um
leið helvtin av øllum menniskjum í heiminum í býum, og støðugt
fleiri flyta til býirnar. Fyri 50 árum síðan búði bara ein fjórðingur
av heimsins íbúgvum í býum. Fyri hundrað árum síðan búði
meginparturin av fólkinum í Norðurlondum á bygd. Nú búgva
nógv tey flestu í stórum ella smáum býum. Stórir partar av bygd-
unum eru so statt avfólkaðar.
Flytingin av bygd í bý tók dik á seg í 1960-árunum. Fólk fluttu
serliga úr útjaðaraøkjum til teir størstu býirnar, har lætt var at
fáa arbeiði. Men í 1970-árunum vaks ein áhugi fyri „grønum
umhvørvi“, og tá fluttu nógvar barnafamiljur úr stórbýunum út í
forstaðir ella bygdir, sum vóru nær við ein stórbý.
Síðan 1980-árini eru býirnir aftur farnir at vaksa, og útjaðarar og
bygdir verða avfólkaðar.Hetta er galdandi í flestøllumríkumlondum.
Í fátæku londunum eru býirnir vaksnir nógv líka síðan 1940-árini.
Tað kanst tú lesa meiri um í partinum BÝIR á síðu 54–71.
Býargerð - urbanisering
Tað, at alt størri partur av fólkinum í einum landi flytur til býirnar, sum
av tí sama vaksa nógv, verður nevnt
býargerð
ella
urbanisering
. Orðið
urbanisering
stavar frá tí latínska orðinum
urbs
, summerkir býur.
Býargerð
vil siga, at fólk í hópatali flyta úr landbúnaðinum á bygd til
tættbygd øki ella býir, sum hava aðrar uppgávur enn at útvega mat.
Hetta ávirkar eisini mentanina í landinum, sum kann gerast meira
urban
ella
býarkend
.
Damaskus í Sýria
er ein av elstu
býum í heiminum.
Måste lättas
I...,12,13,14,15,16,17,18,19,20,21 23,24,25,26,27,28,29,30,31,32,...148
Powered by FlippingBook