Landafrøði 2 - page 13

HEIMSINS ÍBÚGVAR
13
Føroyar - eitt strálbygt land
Fólkatættleikin í Føroyum er í miðal um leið 35 fólk fyri hvønn km
2
.
Tað vil siga, at um alt slag av lendi verður tikið við, so hevur hvørt
fólk so nógv pláss í part, sum svarar til um leið 4 fótbóltsvøllir. Men
tað er misjavnt, hvussu nógv pláss er í part kring landið. Á fleiri av
útoyggjunum eru bara millum 1 og 4 fólk fyri hvønn km
2
. Hinvegin, so
býr meira enn ein triðingur av øllum fólkinum í tí størsta býnum, sum
er Tórshavn, íroknað Argir og Hoyvík.
Í Suðuroy er fólkatættleikin um leið 28 fólk fyri hvønn km
2
, og
talið fyri Eysturoynna er um leið 38 fólk fyri hvønn km
2
. Gongdin í
fólkatalinum í Føroyum er eins og í øðrum londum tann, at fólk flyta
til tey stóru plássini, og at smáplássini í flestum førum minka.
Sæð undir einum eru Føroyar eitt strálbygt land; tað vil siga, at
miðaltalið av fólki fyri hvønn km
2
er lágt. Men kortini býr meginpart­
urin av fólkinum tætt saman í bygdum og býum.
Trongt
Fjølbygdasta landið í verðini er tað lítla fúrstadømið Monako við
Miðjarðarhavið. Tað er alt ein býur, sum síðan 1297 hevur verið eitt
sjálvstøðugt ríki. Landið er einans 1,95 km
2
til støddar, men har búgva um
leið 35.000 fólk. Um fólkið í Føroyum skuldi búð líka tætt, so hevði tað
svarað til, at øll kundu búð í Stóru Dímun!
Fjølbygdastu lond í verðini*
Mett tøl fyri 2012
íbúgvar/km
2
1.
Bangladesj
                   1.142
2. Palestinska landaøkið   667
3. Taivan                         
637
4. Suðurkorea                      505
5. Ruanda                        
390
6. Libanon              
409
7. Niðurlond                         400
8. Ísrael                           
366
9. India                           
360
10. Belgia                        
355
11. Japan                           
337
* (lond, ið eru størri enn 5.000 km
2
)
Fólkaríkastu lond í verðini
2011
milliónir íbúgvar
1. Kina
1.
348
2. India
1.241
3. USA
313
4. Indonesia
242
5. Brasil
197
6. Pakistan
177
7. Bangladesj
150
8. Russland
143
9. Nigeria
162
10. Japan
126
I...,3,4,5,6,7,8,9,10,11,12 14,15,16,17,18,19,20,21,22,23,...148
Powered by FlippingBook