Landafrøði 2 - page 20

20
HEIMSINS ÍBÚGVAR
Fólk flýggja undan kríggi, kúgan og hungursneyð
Undir og eftir fyrra og seinna heimsbardaga vórðu milliónir av menn­
iskjum noydd at flýggja heiman. Um tað mundið, tá ið seinni heims­
bardagi endaði, vóru um leið 25 milliónir fólk, sum fluttu, flýddu ella
vórðu flutt.
Eisini nú á døgum eru fjøldir av fólki flutt vegna kríggj, kúgan ella
hungur, til dømis í Irak, Somalia, Afganistan, Kongo, Ruanda, Burundi,
Liberia, Vestursahara og Eysturtimor. Stórar fjøldir av flóttafólkum hava
verið noyddar at rýma úr heimbygdum sínum. Hildið verður, at millum
átta og tólv milliónir politisk flóttafólk eru í heiminum. Harumframt eru
nógvar milliónir, sum eru á ferð at leita eftir einum betri lívi.
Summi halda, at Norðurlond og onnur rík lond taka ímóti alt ov
nógvum flóttafólkum. Men veruleikin er tann, at nógv fleiri flóttafólk
finna sær skjól í fátækum londum. Hesi londini verða nógv harðari
rakt av flóttastreyminum enn lond um okkara leiðir, bæði fíggjarliga
og viðvíkjandi umhvørvinum.
Hvørji eru flóttafólk?
“Eitt flóttafólk er ein persónur,
sum hevur ein vælgrundaðan
ótta fyri at verða forfylgdur
vegna ættarslag (rasu),
tjóðskap, tilknýti til ávísan
samfelagsbólk ella vegna sína
átrúnaðarligu ella politisku
sannføring.” (Úr yvirlýsing hjá
ST ummannarættindi).
Flóttafólk í Irak.
I...,10,11,12,13,14,15,16,17,18,19 21,22,23,24,25,26,27,28,29,30,...148
Powered by FlippingBook