Landafrøði 2 - page 26

26
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Jørð er sera týðandi tilfeingi. Allastaðni í verðini brúka
menniskjuni jørðina, millum annað at velta ella at hava
húsdýr á. Í summum londum er ikki nóg mikið av jørð,
og tað kann elva til stríð og ósemjur. Aðrastaðni eru stór
landøki, har til ber at útvega nógvum fólki mat.
Tað er bara ein góður tíggjundapartur av landjørðini,
sum verður brúktur til akrar, veltur og beiti hjá
húsdýrum. Lendið verður brúkt til so nógv annað eisini,
til dømis bygningar, vegir, flogvøllir, skógarvinnu ella
veiðu. Ein stórur partur av tí, sum kundi verið nýtt sum
búnaðarjørð, verður als ikki velt.
Samstundis sum vit menniskju gagnnýta jørðina,
ávirka vit hana. Sjálvt tað, sum er úti í óbygdum, so sum
fjøll, skógir, hagi og heiðar, er á onkran hátt ávirkað
av menniskjum. Nú á døgum eru so at siga eingi støð í
verðini, summenniskjan ikki hevur havt árin á.
Jørð, matur
og landslag
Sjálvt mitt í býum ber til at velta okkurt. New York, USA.
I...,16,17,18,19,20,21,22,23,24,25 27,28,29,30,31,32,33,34,35,36,...148
Powered by FlippingBook