Landafrøði 2 - page 19

HEIMSINS ÍBÚGVAR
19
Fráflyting og tilflyting
Broytingar í fólkatalinum og hvar fólk búgva standast ikki bara av, at
fólk verða fødd og doyggja, men eisini av, at fólk flyta. Nógv flyta av
egnum vilja, onnur tí at tey noyðast, kanska vegna kríggj ella arbeiðs­
loysi. Summi flyta bara fyri eina tíð, stutta ella langa. Onnur flyta med
alla. Eitt annað orð fyri fólkaflyting er
migratión
. Tey, sum flyta til eitt
land ella eitt øki, verða nevnd
immigrantar
ella tilflytarar. Tey, sum
flyta úr einum landi ella øki, verða nevnd
emigrantar
ella fráflytarar.
Trælahandil og hungursneyð noyddu fólk at flyta
Ein tann størsta fólkaflytingin, ið ikki var sjálvboðin, var trælahandilin
millumAfrika og Amerika. Í einum tíðarskeiði, sum vardi 350 ár, vórðu
minst 15 milliónir fólk flutt við skipum úr Afrika til Amerika. Eingin
veit, hvussu nógvar milliónir doyðu undan ella á ferðini. Nú á døgum
búgva um leið 25 milliónir fólk í USA, hvørs forfedrar vóru trælir, ið
vórðu noyddir úr Afrika. Í Brasil er talið dupult so stórt.
Eisini úr Evropa og Asia komu nógv fólk til Amerika. Men hendan
fólkaflytingin var ikki so harðrend, hóast hon ikki altíð var sjálvboðin.
Ofta var orsøkin hungursneyð í heimlandinum. Trotið á mati fekk
fjøldir av fólki at flyta úr londum sínum, sum soleiðis mistu ein stóran
part av íbúgvunum. Seinast í 19. øld og fyrst í 20. øld flutti meira enn
tíggjunda hvørt fólk úr Norðurlondum til Amerika.
Fólkaflytingar í hjálandatíðini
Hjálandatíðin, tá ið nøkur fá lond í Evropa høvdu ræðið á næstan øllum
heiminum, hevði eisini stórar fólkaflytingar við sær. Nógv fólk vórðu
noydd at flyta burtur av bønum, sum tey høvdu livað av. Soleiðis var tað
til dømis í Suðurafrika, har hvítir landtøkumenn tóku akrar og veltur
frá fólkinum, sum búði har frammanundan. Nógvastaðni noyddust
menninir at fara at arbeiða í býum ella námum, og kvinnurnar, sum
vóru eftir á bygd, fingu enn strævnari arbeiðsbyrðu. Harumframt varð
arbeiðsmegi flutt úr einum heimsparti í annan. Onglendingar fluttu
til dømis indarar til Afrika at byggja jarnbreytir ella skera sukurrør. Av
hesum er komin tann stóri indiski minnilutin, sum enn á døgum býr í
millum annað Suðurafrika og Tansania.
Tá fólkatalið í Írlandi
minkaði niður í helvt
Í 19. øld minkaði fólkatalið
í Írlandi niður í helvt,
fyrst og fremst av tí stóru
hungursneyðini, sum var í
1840-árunum. Trotið á mati
gjørdi, at nógvir írar fluttu av
landinum. Tey flestu fluttu
til Norðuramerika, men tað
vóru eisini nógv, sum fluttu til
Onglands. Framvegis eru væl
færri fólk í Írlandi, enn tað
vóru fyri 200 árum síðan.
Búskaparlig kreppa
elvdi til fólkaflyting
Tað er einki óvanligt í
Føroyum, at fólk fara
uttanlands at arbeiða eina
tíð. Men tað, sum hendi í
kreppuárunum 1989–1995
var, at einstaklingar og
familjur í hópatali fluttu í
onnur lond. Hesi árini var
nettofráflytingin 15% av
fólkatalinum. Tað vil siga,
um leið 7000 fleiri fólk fluttu
av landinum enn til landið.
Í árunum 1996–2003 gekk
betur búskaparliga, og tá var
ein nettotilflyting, sum svarar
til, at um leið ein triðingur
av teimum, sum vóru farin,
fluttu aftur til Føroya.
I...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...148
Powered by FlippingBook