Landafrøði 2 - page 12

12
HEIMSINS ÍBÚGVAR
nøgdir av ráevnum og orku. Tá ið ídnaðurin vaks fram í 18. og 19. øld,
ráddi mest um at vera í nánd av koli. Har, sum nógv kol var í undir­
grundini, gjørdu tey kolanám og verksmiðjur. Hagar fluttu fólk at
arbeiða, og so við og við vuksu ídnaðarplássini til stórbýir. Hetta hendi
til dømis í Ruhr-økinum í Týsklandi og í Slask í Póllandi.
Har, sum veðurlagið er ógvuliga kalt ella turt, býr so at siga eingin.
Heilt fá fólk búgva til dømis í póløkjunum, í stórum pørtum av Sibiria
og í víðlendum oyðimørkum. Har er torført at liva av tí, sum kann fáast
úr náttúruni.
Undantikin eru búplássini, sum eru vorðin til í sambandi við náms­
vinnu ella oljuvinnu. Fleiri stórir býir eru til dømis í kalda og karga
Norðursibiria. Teir eru eins og oyggjar í einum annars fólkatómum
landi. Í Norðursvøríki er Kiruna eitt dømi um eina lítla bygd, sum
vaks til ein stóran bý, tá ið tey fóru at bróta jarnmálm í teimum stóru
námunum.
Um heimurin var ein býur við 100 íbúgvum
61 av íbúgvunum høvdu verið asiatar (20 teirra úr Kina og 17 úr India),
14 høvdu verið afrikanarar, 11 úr Evropa (eingin úr Norðurlondum),
9 suðuramerikanarar, 5 norðuramerikanarar og eingin úr Osiania.
18 høvdu tosað mandarin-kinesiskt, 8 høvdu tosað enskt, og eingin hevði
tosað norðurlendskt.
27 av íbúgvunum í býnum høvdu verið undir 15 ár, og bara 7 høvdu verið
yvir 64 ár.
33 høvdu verið kristin, 20 muslimar, 13 hinduar og 6 buddistar. 14 høvdu
ikki hoyrt til nakran trúarbólk.
Minst 15 vaksin høvdu ikki dugað at lisið, og bara 1 hevði havt útbúgving
frá hægri lærustovni.
20 høvdu ikki havt reint vatn, 20 høvdu svøltað og 1 var deyður í hungri.
15 høvdu vigað ov nógv. 1 hevði verið sjúkur av AIDS.
Um leið 10 fólk høvdu átt bil, summi teirra meira enn ein.
6 fólk høvdu havt ræði á helvtini av búskapinum í býnum, øll 6 høvdu
verið úr USA. 20 fólk í býnum høvdu fingið 75% av øllum inntøkunum í
býnum. 20 onnur høvdu bara fingið 2%.
Av tí tøku orkuni í býnum høvdu 20 fólk brúkt 80%.
Um tú átti pengar í bankanum ella í pengapunginum, so hoyrdi tú til tey
ríkastu 8 fólkini í býnum.
Á hvørjum ári doyr 1 fólk í býnum, og 2 verða fødd. Tá ið árið er at enda,
er fólkatalið so statt vaksið til 101.
I...,2,3,4,5,6,7,8,9,10,11 13,14,15,16,17,18,19,20,21,22,...148
Powered by FlippingBook