Landafrøði 2 - page 11

HEIMSINS ÍBÚGVAR
11
Hvar á jørðini liva fólk
Heimsins fólk eru ógvuliga ójavnt býtt kring jørðina. Nógvastaðni
búgva at kalla eingi fólk; har er
strálbygt
. Aðrastaðni búgva tey tætt
saman; har er
fjølbygt
.
Í nógvum fjølbygdum londum eru fólk fátæk. Summi halda kanska,
at tað kemur av, at londini eru ovfólkað. Onnur lond eru fjølbygd og
hoyra samstundis til tey ríkastu í heiminum, til dømis Niðurlond,
Belgia, Bretland og Týskland. Orsøkin til fátækadømi kann so statt
ikki vera, at lond eru fjølbygd.
Hvat fremur fólkavøkstur
Summi øki eru fjølbygd, tí at jørðin har er ógvuliga fruktagóð. Tað
er ofta av tí, at stórar áir hava við sær føðsluríka móru, sum legst út á
akrarnar. Á tættbygdu oynni Java í Indonesia er jørðin fruktagóð av tí,
at hon er vorðin til av molnaðum gosrunnum grótsløgum. Tað er, at
tilfarið í moldini stavar frá gróti, sum er komið úr eldgosum.
Aðrastaðni á jørðini er fjølbygt, tí at har eru ella hava verið stórar
Fjølbygdastu økini í heiminum
Miðkringur
S
u
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
S
u
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
Istanbul
Dhaka
Lagos
Washington
Johannesburg
Taipei
San Francisco
Chongqing
Chennai
Fleiri enn 200
100–200
50–100
10–50
0–10
Íbúgvar fyri hvønn km
2
Býur við meira enn
7 milliónum íbúgvum
Kairo
Jakarta
Tokyo
Mumbai
Karachi
Delhi
Bangkok
Seoul
Beijing
Moskva
London
París
New York
Chicago
Los Angeles
Meksikobýur
Lima
Rio de Janeiro
São Paulo
Buenos Aires
Kolkata
Shanghai
Osaka
Manila
Teheran
Bogotá
I...,II-1,2,3,4,5,6,7,8,9,10 12,13,14,15,16,17,18,19,20,21,...148
Powered by FlippingBook