Landafrøði 2 - page 15

HEIMSINS ÍBÚGVAR
15
Í Svøríki eru bæði føðitíttleiki og deyðstíttleiki lág. Harumframt eru
lutfalsliga fá fólk, sum flyta til landið. Tí veksur fólkatalið ikki so skjótt.
Í Lettlandi, Bulgaria og Italia minkar fólkatalið í stórum; kanska so
mikið sum við einum triðingi fram til ár 2050 (um sæð verður burtur
frá møguligari til- og fráflyting).
Høgur føðitíttleiki í fátækum londum
Í fátækum londum var tað leingi soleiðis, at bæði føðitíttleikin og deyðs­
títtleikin vóru høgir. Tí vaks fólkatalið spakuliga. Í 20. øld er deyðstítt­
leikin nógv minkaður, einamest vegna betri reinføri og betri heilsu­
tænastu. Men føðitíttleikin er framvegis høgur í nógvum fátækum
londum, og tað hevur við sær, at fólkatalið veksur í stórum.
Ein týðandi orsøk er, at stórur partur av íbúgvunum eru ungfólk,
sum hava aldur at fáa børn. Harumframt tørvar einari familju ofta
nógv børn fyri at klára seg. Børnini hjálpa til í arbeiðinum í heiminum
ella í landbúnaðinum; og tey eru trygdin hjá foreldrunum, tá ið tey
verða gomul. Ofta hava børnini eisini lønt arbeiði. Um barnadeyðin er
stórur, royna foreldur ofta at fáa nógv børn, so tey kunnu vera vís í, at
nøkur teirra hóra undan.
Hví heldur tú, at nógv børn
verða fødd í fátækum
londum og fá børn í ríkum
londum?
?
Í fátækum londummugu børnini
hjálpa til við ymiskum, til dømis
ansa eftir yngri systkjum, sum her
í Uganda.
I...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...148
Powered by FlippingBook