Landafrøði 2 - page 25

Enskt, eitt felags mál
So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur
fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og
nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt
slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin.
Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum
verða um leið 80 prosent av øllum vísindaligum
tekstum skrivaðir á enskum. Summi vænta, at um
20 ár fer helmingurin av øllum fólkum á jørðini at
duga enskt, so ella so.
Tá ið mál verða blandað
Sjálvt í Svøríki verða nú á døgum tosað
nógv ymisk mál. Í Rinkeby, sum er ein
forstaður í Stockholm, búgva um leið
17.000 fólk. Um leið 75 prosent av
teimum eru av útlendskum uppruna.
Rinkeby er eingin stórur býur, bara ein
ferkilometur. Kortini verða meira enn
100 mál tosað har.
Tá ið so nógv ymisk mál verða
blandað, verða nýggj málføri til. Her
er talan ummálføri, sum eru knýtt at
einari ávísari sosialari støðu, so sum
stætt, inntøku, kyni ella tjóðbólki.
Svenska málið, sum verður tosað
í Rinkeby, verður nevnt Rinkeby-
svenskt ella forstaðar-svenskt, tí nógvir
tilflytarar búgva júst í forstøðunum.
”Heimagjørt enskt”
verður viðhvørt hildið vera
tað størsta málið í heim-
inum. Tað kemur av ensku
hjálandatíðini umframt
teirri ávirkan, sum USA
hevur kring allan heim, og
frá altjóðagerð sum heild.
Hetta skeltið er úr Etiopia.
I...,15,16,17,18,19,20,21,22,23,24 26,27,28,29,30,31,32,33,34,35,...148
Powered by FlippingBook