Landafrøði 2 - page 32

32
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Fruktagott jørðildi í áardølum
Úti í heimi er nógv av tí besta dyrkilendinum at finna fram við teimum stóru áunum,
serliga í Asia. Stóru áirnar bera við sær føðsluríkt tilfar oman úr fjøllunum og leggja tað eftir
seg í áardølunum sum stórar fløtur. Ein stórur partur av heimsins íbúgvum býr í hesum
fruktagóðu økjunum.
Eitt annað slag av jørðildi, sum eisini er gott at velta ymiska grøði í, stavar frá molnaðum
grótsløgum, sum eru komin úr eldgosum. Hetta slagið av jørðildi er til dømis á oynni Java
í Indonesia.
Hinvegin, um ikki nógv føðsluevni eru í moldini, siga vit, at jørðin er
kørg
. Slík jørð
krevur nógva taðing, um nakað skal fáast at vaksa har.
Stór og smá dyrkilendi
Um leið 11 prosent av landjørðini eru velt. Tey størstu dyrkilendini eru at finna eystarlaga í
Norðuramerika, í Evropa og sunnarlaga og eystarlaga í Asia. Her velta tey hveiti, mais, rís,
epli og bummull. Onnur týðandi grøði er soyabønir og jarðnøtir, sum millum annað verða
brúktar at gera matolju úr.
Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur fluttar út til nógv
lond kring allan heim. Hesi støðini hava so statt ógvuliga stóran týdning fyri at útvega
heiminum mat.
Eisini nógvastaðni, sum ikki er merkt á kortinum á næstu síðu, liva fleiri milliónir fólk
av landbúnaði. Í Afrika liva til dømis næstan øll av tí, sum jørðin gevur, og víða hvar í
heiminum velta fólk nógva ymiska grøði á stórum og smáum økrum.
Nógv ymisk grøði verður velt aðrastaðni enn í teimum stóru landbúnaðarøkjunum; eisini
tílíkt, ið hevur stóran týdning á heimsmarknaðinum. Her er til dømis talan um kaffi, te,
Vakstrarskeið -
hvat er tað?
Vakstrarskeiðið er
tann tíðin á árinum,
tá ið miðalhitin fyri
samdøgrið er meira
enn +5°C.
Te-runnar í Kenja.
I...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,34,35,36,37,38,39,40,41,42,...148
Powered by FlippingBook