Landafrøði 2 - page 30

30
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
fá húsdýr. Viðhvørt eru fólk ikki búføst, men liva sum nomadar, ið
fylgjast við dýrum sínum úr einum stað í annað, meðan tey leita eftir
góðum beitilendi.
Kjøt ella ikki?
Alt fleiri granskarar halda, at fólk sum heild eiga at eta minni kjøt.
Serliga fólk í tí ríka partinum av heiminum áttu at blivið vegetarar,
siga teir. At framleiða animalska føði krevur millum 10 og 20 ferðir
so nógva orku sum at framleiða vegetabilska føði við sama føðsluvirði.
Animalsk føði krevur nógv meiri búnaðarjørð og vatn. Granskarar
hava roknað, at tað skulu 100.000 litrar av vatni til at framleiða 1 kg av
neytakjøti, men bara 500 litrar at framleiða 1 kg av eplum.
Onnur vísa á, at til eru stór øki, sum als ikki kunnu verða brúkt til
annað enn at hava kríatúr gangandi; og um har eisini er nóg mikið av
vatni, so átti heldur at verið økt um kjøtframleiðsluna.
Heilt nógv fólk kring allan heim eta
sjáldan ella ongantíð kjøt. Her sita
nakrar konur í býnum Zirab norðar-
laga í Iran og hava ein steðg í arbeið­
inum at planta rís.
Vegetarur:
Ein, sum livir av
plantuføði, mjólk, eggum og
møguliga fiski.
Veganari:
Ein, sum einans
livir av plantuføði.
Animalsk føði:
Matur, sum
stavar frá dýrum.
Vegetabilsk føði:
Matur, sum
stavar frá plantum.
I...,20,21,22,23,24,25,26,27,28,29 31,32,33,34,35,36,37,38,39,40,...148
Powered by FlippingBook