Landafrøði 2 - page 28

28
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Fólk, sum liva av at veiða dýr
og henta plantur
Summastaðni liva fólk, sum hvørki hava akrar, veltur ella húsdýr. Tey
útvega sær í staðin mat við at henta ymsan vøkstur og veiða villinidýr.
Í turrum støðum sunnarlaga í Afrika livir til dømis bush-fólkið, ella
san-fólkið, sum tað eisini verður nevnt. Men einamest í regnskógum
eru smáir ættbólkar at finna, sum liva av at veiða dýr og henta fruktir,
røtur og tílíkt.
Nú á døgum verður alt torførari hjá hesum fólkunum at liva á sama
hátt sum fyrr. Stórir partar av skógunum, har tey halda til, verða høgdir
niður. Tá hvørva nógv veiðidýr og villar plantur, og fólkini, sum liva av
at veiða og henta, verða trokað burtur.
Veiða hevur eisini stóran týdning hjá nógvum fólkum kring heimin,
sum liva av landbúnaði. Men nógvastaðni, har landbúnaður er, eru fá
dýr eftir, sum til ber at veiða. Ofta er avmarkað, nær og hvussu nógv
er loyvt at veiða, ella er als eingin veiða loyvd. Í Norðurlondum eru
framvegis nógv, sum fáast við at veiða; men hjá teimum flestu er talan
um frítíðarítriv, heldur enn at tað er neyðugt til at útvega sær mat.
Á oynni Nýguinea eru nógv fólk,
sum liva av at veiða dýr og at
henta villar plantur. Í vestara parti
av oynni, Irian Jaya, býr kombai-
fólkið. Búpláss teirra eru høgt uppi í
trøunum. Her hevur ein veiðimaður
veitt eina agam-oydlu.
Er nøkur veiða í økinum,
har sum tú býrt?
Hvat verður veitt?
Er veiðan eitt týðandi
ískoyti til matin, ella er hon
meira at kalla frítíðarítriv?
?
I...,18,19,20,21,22,23,24,25,26,27 29,30,31,32,33,34,35,36,37,38,...148
Powered by FlippingBook