Landafrøði 2 - page 35

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
35
krevur stytst tíð at búnast. Tey verða tí velt har, sum veðurlagið er kalt,
til dømis í Russlandi. Í Føroyum er vakstrarskeiðið stutt, og her varð
bygg velt fram til um leið 1950. Epli vaksa eisini væl so norðarlaga.
Rótarkýlini kassava og jams krevja ikki føðsluríka mold, og tey verða
velt í heitum og vátum økjum við vánaligum jørðildi. Hesir vøkstrir
standa seg eisini væl móti plantusjúkum og kunnu væl goymast í tí slavna
veðurlagnum. Nógvastaðni hevur tað alstóran týdning, hvussu grøðin
kann goymast. Tað er als ikki nóg mikið, at ein planta veksur væl, fyri at
fólk fara at velta hana. Nógvastaðni má tað heldur ikki krevja ov nógva
orku at gera matin til, so sum brennivið til at kóka ella baka.
Í einum vakstrarhúsi í Niðurlondum
gera tey royndir við at dyrka
tomatir á ein hátt, sum er góður fyri
umhvørvið. Tað verður gjørt við at
nýta LED–ljós í ymsum litum.
Hvør grøði verður velt har, sum tú býrt?
Hví heldur tú, at júst hetta verður velt har?
?
I...,25,26,27,28,29,30,31,32,33,34 36,37,38,39,40,41,42,43,44,45,...148
Powered by FlippingBook