Landafrøði 2 - page 43

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
43
sjúk bæði av øllum saltinum og av stórum nøgdum av eiturevnum, sum
eru brúkt móti skaðadýrum og loki.
Einsháttað framleiðsla og órættvísi
Nógv fátæk lond útflyta bara eitt einasta slag av grøði, ella heilt fá.
Allur búskapurin í landinum er bundin at inntøkunum av hesari sølu.
Soleiðis er tað til dømis í Uganda (kaffi), Kuba (sukur), Honduras
(bananir) og Bangladesj (júta).
Um misvøkstur verður, ella prísurin á vøruni verður lægri, so minka
inntøkurnar í landinum ógvuliga nógv. Samstundis er kanska neyðugt
at innflyta dýran mat úr útlondum, um fólkið í landinum skal klára seg.
Tá ið ein vøra verður útflutt, er tað ofta bara ein tíggjundapartur av
prísinum, sum verður verandi í landinum, har hon er framleidd. Og
enn minni fer til bóndan ella tann, sum hevur framleitt. Tá ið talan er
um til dømis bananir, fær framleiðarin bara ein tjúgundapart.
Í Uganda dyrka tey nógv kaffi,
og haðan stavar meginparturin
av inntøkum landsins. Men um
misvøkstur verður, ella um prísurin
á kaffi verður lægri, verður búskap­
urin hart raktur.
Júta
er eitt slag av
plantutægrum (Corchorus).
Tað verður millum annað
brúkt til posalørift og at
leggja undir gólvteppi.
I...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...148
Powered by FlippingBook