Landafrøði 2 - page 50

50
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
akurin, kann bóndin í ringasta føri missa allan skurðin. Fyrr í tíðini
veltu bøndur sum oftast nógv ymisk sløg av grøði, so at teir ikki mistu
alt, hóast eitt slag miseydnaðist.
Tey fátæku hava einki í at velja
Taðer ikki tí, at tey ikki vitabetur, at fólk ikki fara væl viðbúnaðarjørðini.
Ofta hava tey fátæku einki í at velja. Flestøll vita væl, at skulu tey velta
í brattlendi, so mugu tey byggja bríkar, so at moldin verður verandi
og ikki skolar burtur. Men tað er ofta dýrt ella torført at fara undir.
Kanska fer heldur einki úrslit at síggjast av arbeiðinum enn á sinni.
Tað kann eisini vera, at bóndin ikki eigur jørðina, sum hann veltir.
Tá sleppur hann kanska ikki at røkja veltur og akrar nóg væl, ella hann
fær ikki gjørt nakað munagott fyri umhvørvið.
Onkuntíð hava útlendskir serfrøðingar gjørt ov nógv av, tá ið teir
hava mett um vandar í umhvørvinum í fátækum londum. Teir hava
ikki altíð skilt, hvussu fólkini á staðnum hava røkt jørðina, og hví tey
hava gjørt, sum tey gera.
So stóran skurð sum gjørligt fyri so lítlan
kostnað sum gjørligt
Vandamál í umhvørvinum eru ikki minni í tí ríka partinum av heim­
inum. Her er landbúnaðurin soleiðis skipaður, at hann skal geva so
nógv av sær, sum til ber, fyri so lítlan kostnað sum møguligt. Hetta
Hveitiskurður í Nepal. Her veltu tey
áður oljufruktir og bjølgfruktir, men
nú velta tey nýggj sløg av hveiti, sum
eru ald fram. Nýggju hveitisløgini
bera nógvan ávøkstur, men tey
krevja eisini meiri vatn, handilstøð og
eiturevni móti loki og skaðadýrum.
I...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...148
Powered by FlippingBook