Landafrøði 2 - page 58

58
BÝIR
Stórir havnarbýir, so sum Singapor, Hongkong og Rotterdam eru
dømi um nútímans marknaðarstaðir, har stórar nøgdir av vøru verða
fluttar inn og út.
Býurin sum umsitingarligur miðdepil
Í øllum londum er ein høvuðsstaður, sum næstan altíð er miðdepil í
politiska lívinum í landinum. Har halda stjórnin og tjóðartingið til, og
har eru nógvir ymiskir myndugleikar. Í flestøllum londum eru eisini
smærri býir, sum eru týðandi umsitingarligir miðdeplar í einum lands­
parti.
Róm - ein fyrndargamal høvuðsstaður
Høvuðsstaðurin í Italia eitur Róm. Har er øll tann týdningarmesta
umsitingin í landinum, so sum tjóðarting, stjórn og stjórnarráð. Longu
fyri 2000 árum síðan var Róm høvuðssæti í tí rómverska ríkinum, og
har búði keisarin. Flestu býir við Miðjarðarhav eru úti við sjógvin, men
Róm er við eina á, sum eitur Tivere (Tiber).
Býurin var ein týðandi handilsstaður, men hann var fyrst og fremst
miðdepil fyri umsiting og mentan. Alt tað rómverska ríkið, sum rakk
líka frá suðurstrondini á Miðjarðarhavi og norður til Bretlands, varð
Handil við partabrøvum í keypskálanum
í New York.
I...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...148
Powered by FlippingBook