Landafrøði 2 - page 66

66
BÝIR
Hjá nógvum er tað aftur blivið lokkandi at búgva mitt í býnum. Har
ber til at vera nær við onnur fólk, og har eru arbeiðspláss, matstovur,
biografar og tílíkt. Íbúðir í býum sum New York, Tokyo, London og
París eru blivnar ógvuliga dýrar seinastu árini.
Tørvur á íbúðum
Í flestøllum stórbýum er stórur tørvur á íbúðum, og fólk mugu búgva
langt burturi frá miðbýnum. Í Tokyo mugu nógv fólk ferðast meira enn
fýra tímar um dagin til arbeiðis og úr arbeiði inni í býnum.
Samanrunnin stórbýarøki
Nógvir býir kring heimin eru vorðnir ómetaliga stórir. Ofta eru fleiri
stórbýir vaksnir saman í eitt samanrunnið stórbýarøki, har fólkatalið
mangan er oman fyri 10 milliónir. Tá verður stundum tosað um risa­
stórar býir.
Tað er ilt at siga, hvør býur er størstur í verðini. Tað veldst um, hvussu
stórt øki verður talt við; og tað er ikki lætt at telja íbúgvarnar í einum
býi, sum veksur skjótt. Í staðin verður mett um fólkatalið.
Vanliga verður Tokyo í Japan hildin vera tann fólkaríkasti staðurin
í verðini. Í sjálvum býnum búgva 8 milliónir. Men Tokyo er vaksin
saman við fleiri øðrum býum, og til samans eru hesir býir eitt veldiga
stórt samanrunnið stórbýarøki, ið er um leið 10.000 km
2
. Tað er meira
enn 7 ferðir so stórt sum Føroyar. Í stórbýarøkinum Tokyo búgva um
leið 37 milliónir fólk. Tað er næstan 7 ferðir so nógv sum í Danmark.
Onnur stórbýarøki eru Delhi í India, har um leið 23 milliónir búgva,
og Meksikobýur, New York, Shanghai, São Paulo og Mumbai, hvør við
sínum um leið 20 milliónum íbúgvum. Hetta eru tølini hjá ST fyri
2011, men aðrar keldur kunnu hava onnur tøl.
Í flestu stórbýarøkjum er stórur munur á lívskorunum hjá fólkinum.
Í býum sum til dømis São Paulo, Meksikobýi og Kairo eru býarpartar,
har rík fólk búgva, men har eru eisini stórir fátækabýlingar. Ein partur
av fólkinum hevur góð lívskor og býr í góðum bústøðum, men tað eru
eisini nógv, sum ikki vita sær nakað arbeiði og nóg illa hava nakað at
eta ella at búgva í.
Vaksandi vandi fyri umhvørvið
Ofta hava stórbýir trupulleikar við umhvørvinum, serliga vegna útlát av
ymsum slag. Í Los Angeles, Meksikobýi og Beijing er til dømis álvarslig
luftdálking. Viðhvørt er luftin so ring, at ávaringar verða sendar út í
útvarpi og sjónvarpi, so at fólk kunnu halda seg innandura.
I...,56,57,58,59,60,61,62,63,64,65 67,68,69,70,71,72,73,74,75,76,...148
Powered by FlippingBook