Landafrøði 2 - page 71

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
71
Ferðavinna og handil.
Nú á døgum stava 90 prosent av øllum
inntøkum í Dubai frá handli, bankavirk-
semi og ferðavinnu. Har er ein stór skipa-
havn, og flogvøllurin er millum teir størstu
í verðini.
Men eingin veit, hvat kann henda í
framtíðini. Fara tær nýbygdu oyggjarnar
at standa seg móti havinum? Fer at vera
nóg mikið av vatni? Í Dubai búgva nógv
fátæk fólk, og flestu teirra eru komin
hagar úr øðrum londum at arbeiða.
Fara tey í framtíðini at góðtaka tað
stóra órættvísið í landinum? Ella fer
framgongdin í Dubai at halda á og verða
ein fyrimynd hjá øðrum londum og býum?
Veðurlagið í oyðimørkini
Í Dubai er oyðimarkarveðurlag. Tað regnar als ikki
frá apríl til november. Og í sama tíðarskeiði er tann
hægsti miðalhitin meira enn 30 stig. Um summarið
er hitin ofta oman fyri 40 stig. Nógv orka verður
brúkt til at køla luftina í húsum og íbúðum, á skriv-
stovum og gistingarhúsum.
I...,61,62,63,64,65,66,67,68,69,70 72,73,74,75,76,77,78,79,80,81,...148
Powered by FlippingBook