Landafrøði 2 - page 78

78
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Flutningur
Tað hevði ikki borið til at havt ídnað og handil, um ikki okkurt slag av
flutningi var. Tørvurin á flutningi hevur hinvegin havt við sær ymsan
ídnað, til dømis skipasmiðjur og flogídnað.
So hvørt sum flutningstólini eru vorðin betri og bíligari, er ídnaðurin
mentur, og heimshandilin er vaksin. Ikki minst ferðavinnan hevur
tikið dik á seg, og á hvørjum ári ferðast stórir streymar av ferðafólki
kring heimin. Men flutningur av alskyns slag setir týðilig spor eftir seg
í landslagnum og hevur ringa ávirkan á umhvørvið, bæði luftina og
havið. Tað er einki óvanligt, at flutningur sum heild stendur fyri einum
triðingi av øllum útláti av vakstrarhúsgassi í einum landi.
Dampmaskinan og jarnbreytin
Seinast í 18. øld kom nýtíðar dampmaskinan. Tá bar til at byggja
dampskip, sum vóru meira álítandi enn seglskipini. Nú bar til at gera
ferðaætlanir fyri skipaferðslu, eftirsum skipini ikki longur skuldu bíða
eftir byri.
Í 1820-árunum fóru tey eisini at nýta dampmaskinur í tí spildur­
nýggja flutningstólinum - jarnbreytini. Við hesum hendu stór framstig,
bæði fyri handil og ídnað. Nú bar til at gagnnýta náttúrutilfeingi, sum
tey áður ikki høvdu kunnað flutt. Og tað var eisini nógv lættari at flyta
vørur og menniskju uppi á landi.
Men flutningur við skipi varð verandi tann besti mátin at flyta fólk
og farm landanna millum. Sambandið millum Evropa og hjálondini í
Amerika og Asia var sjóvegis.
Bilferðslan veksur
Seinast í 19. øld vórðu teir fyrstu bilarnir smíðaðir, og longu í
1920-árunum vóru bilar vanligir í USA. Tað tók nøkur ár, til bilarnir
av álvara komu til Evropa, tí vegirnir vóru ringir og bilarnir dýrir. Men í
1950-árunumvóru lívskorini batnað, og fleiri og fleiri fingu ráð at keypa
sær bil. Harumframt vórðu vegirnir bæði betri og fleiri. Skjótt var eisini
vanligt at hava bil í Evropa. Samstundis vaks bilídnaðurin, og hann
gjørdist ein týðandi ídnaðargrein í nógvum londum í Vesturevropa,
eins og í USA og Japan.
Lastbilar vóru góðir at flyta farm við, tí teir vóru leysir av bæði
skinnarum og havnum. Í fyrstuni koyrdu lastbilar einamest stuttar
0 2000km
Moskva
Irkutsk
Vladivostok
RUSSLAND
Transsibiriska jarnbreytin
millumMoskva og
Vladivostok
Transsibiriska jarnbreytin,
sum er meira enn 9.300 km
long, gongur úr Moskva í
Russlandi til Vladivostok við
Kyrrahavsstrondina. Jarnbreytin
varð bygd í 1890-árunum, og
við henni kundu rávørur verða
fluttar langa leið. Fram við
jarnbreytini eru fleiri stórir býir
blivnir til.
I...,68,69,70,71,72,73,74,75,76,77 79,80,81,82,83,84,85,86,87,88,...148
Powered by FlippingBook