Landafrøði 2 - page 85

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
85
Nógvar av teimum størstu havnunum eru í Asia. Úr Singapor og
Hongkong verða ómetaligar nøgdir av vørum avskipaðar. Har verður
størsta talið av bingjum í verðini lastað umborð á bingjuskip, ið flyta
vørurnar hagar, sum tær skulu seljast.
Umframt bingjuskip eru eisini nógv serstøk skip, sum einans
flyta eitt slag av vørum, til dømis olju ella bilar.
“Vektleysur handil”
Við internetinum og menningini av kunningartøkni,
KT, er sonevndi „vektleysi handilin“ nógv øktur. Tað vil
siga, at fólk kunnu keypa mangt og hvat á internetinum,
frá undirhaldi til ymsar tænastur, ið kunnu verða veittar
gjøgnum telduna. Fyrimunurin við keypi og sølu á henda
hátt er, at tað er ikki neyðugt at flyta vørur við skipi, bili
ella flogfari. Í staðin ber til at taka forrit og annað tilfar niður
av netinum.
Eitt bingjuskip á veg inn í havnina
í San Francisco, USA.
I...,75,76,77,78,79,80,81,82,83,84 86,87,88,89,90,91,92,93,94,95,...148
Powered by FlippingBook