Landafrøði 2 - page 92

92
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Ferðavinnuídnaður
Ferðavinna er eingin vanligur ídnaður við verksmiðjum og rávørum.
Kortini er ferðavinna ein tann týdningarmesta ídnaðargreinin í
verðini. Á hvørjum ári ferðast um leið 800 milliónir fólk sum ferðafólk
tvørtur um landamørk. Ferðavinnan skapar arbeiðspláss til meira enn
200 milliónir fólk.
Nú á døgum er nógv ymist virksemi í ferðavinnuni; alt frá at reka eitt
tjaldingarstað til at skipa fyri bólkaferðum í fjarløgd lond.
Ferðavinnan tók dik á seg í 1950-árunum, og hon byrjaði í Evropa
og USA. Har vórðu lívskorini betri, og alt fleiri fólk fingu ráð at ferðast.
Um somu tíð gjørdist tað vanligari at ferðast við flogfari. Skipað varð
fyri hópferðum við leiguflogførum, og málið fyri ferðini var ofta tað
sama tá, sum tað er nú. Sól og baðistrendur. Í Evropa varð Spania eitt
tað fyrsta ferðamálið, og seinni eru onnur lond við Miðjarðarhavið
komin upp í part. Eitt annað slag av hópferðum eru skíðferðirnar til
Alpurnar.
Evropa dregur flest ferðafólk at sær
Evropa er framvegis tann heimsparturin, sum dregur flest ferðafólk at
sær úr øllum heiminum. Umframt tey plássini, sum kunnu bjóða sól
og baðistrendur, so fáa stórbýir sum París og London nógva vitjan av
ferðafólki.
Síðan 1980-árini er ferðavinnan nógv vaksin í Asia og pørtum av
Karibia. Í londum sumMalaisia, Meksiko og Tailandi og oyggjum sum
Móritius, Barbados og Borneo er mangt og hvat, sum fær ferðafólk úr
Evropa og Norðuramerika at ferðast hagar. Eisini nógv fólk úr Asia og
Suðuramerika ferðast í sínum egna heimsparti.
Fyrimunir og vansar av ferðavinnu
Ferðavinnuídnaðurin ávirkar næstan alt samfelagið og kann skapa
arbeiðspláss til nógv fólk. Tørvur er til dømis á ferðaskrivstovum og
øðrum, sum skipa fyri ferðum. Harumframt skulu nógv flutningstól
til, bæði flogfør, tok, bilar og bussar. Ferðafólkini skulu eisini búgva
onkrastaðni, og av tí stendst nógv virksemi á gistingarhúsum. Somu­
leiðis eru fyritøkur, ið bjóða fram vallaraheim, tjaldingarpláss, smáttur
og skeiðsdeplar. Aðrar tænastur, sum ferðafólk spyrja eftir, eru mat­
stovur, kaffistovur, bankar, handlar, kunningarstovur, søvn og bil­
útleigan.
Í fátækum londum er tó als ikki vist, at øll inntøkan verður verandi í
landinum. Kanska eru tað fyritøkur í Evropa ella Norðuramerika, sum
I...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...148
Powered by FlippingBook