Landafrøði 2 - page 101

ORKA
101
Varandi orkukeldur
Sól, vindur, aldur og rennandi vatn eru varandi orkukeldur,
sum alla tíðina verða endurnýggjaðar. Tær eru í einari varandi
ringrás, sum verður rikin av sólini. Viður er eisini ein varandi
orkukelda, um skógurin verður væl røktur.
Trækol
Nógvastaðni kring heimin hava fólk brúkt trækol sum
brenni. Trækol verður gjørt á tann hátt, at tey festa eld í
træ, men forða síðan fyri, at nóg nógv luft sleppur fram at
trænum. Soleiðis liggur tað leingi, til øll vætan er horvin,
og viðurin er kolaður uttan at vera brendur. Tað er fyrst og
fremst í býum í fátækum londum, at trækol verður nýtt sum
brenni. Ein fyrimunur við trækoli er, at tað er nógv lættari at
flyta enn brenniviður.
Vatnorka
Í fleiri hundrað ár hava menniskjuni gagnnýtt orkuna úr
rennandi vatni. Nú á døgum stava um leið 16 prosent av
allari el-orku í heiminum frá vatnorku. Vatnorka verður nýtt
í næstan øllum londum í verðini. Í Føroyum stavar um leið
ein triðingur av el-framleiðsluni frá vatnorku. Tað broytist
eitt sindur eftir árstíðini.
Vanliga verða vatnorkuverk bygd í stórum áum. Fyri at
fáa so nógv vatn sum gjørligt at fossa gjøgnum orkuverkið,
verður vatnið savnað í stórum byrgingum. Byrgingarnar eru
samstundis vatngoymslur, soleiðis at tað ber til at fáa vatn
til vatnorkuverkini allar tíðir á árinum, eisini tá ið turkur
er. Vatnið verður leitt gjøgnum rør úr byrgingini inn á vatn­
orkuverkið, har tað fær eina turbinu at mala við nógvari ferð.
Turbinan dregur ein
generator
, sum ger el. Tess meiri vatn
rennur gjøgnum turbinurnar, og tess hægri fallhæddin er,
tess meiri orka er í tí streymandi vatninum, og tess meiri
el verður framleitt. El-streymurin verður síðan førdur kring
landið gjøgnum leidningarnar í el-netinum.
Fyrimunir og vansar við vatnorku
Tey stóru vatnorkuverkini í Føroyum eru í Vestmanna og
á Eiði; og smá vatnorkuverk eru á Strond í Borðoynni og í
I...,91,92,93,94,95,96,97,98,99,100 102,103,104,105,106,107,108,109,110,111,...148
Powered by FlippingBook