Landafrøði 2 - page 103

ORKA
103
el. Í Føroyum ber ikki so væl til at nýta sólfangarar, men sólpanel eru
onkrastaðni at síggja. Í londum við nógvari sól royna tey at seta so stór
sólpanel upp á sama staði, at tey til samans kunnu veita líka nógva orku
sum onnur orkuverk.
Ein annar møguleiki, sum ikki er so nógv frammi enn, er at nýta
eina parabol sum „komfýr“. Tá verður ein grýta sett í brennidepilin í
parabolini, sum vendir móti sólini. Varmin úr sólini verður savnaður
í brennideplinum og kann soleiðis verða brúktur til matgerð. Hesin
møguleikin er serliga egnaður í fátækum londum, tí hann krevur hvørki
stórar íløgur ella væl útbygt el-net.
Varmi úr jørðini
Í londum, har eldgos javnan eru, er heitt vatn at finna bara fáar metrar
niðri í jørðini. Tað heita vatnið verður leitt gjøgnum rør beinleiðis í
sethús ella vakstrarhús, har tað verður brúkt at hita húsini. Í Íslandi
verða so at siga allir bústaðir hitaðir á henda hátt, og har er ein stór
framleiðsla av frukt og grønmeti í vakstrarhúsum.
Dampurin úr heitum keldum kann eisini verða brúktur at framleiða
el-orku í sonevndum
geotermiskum orkuverkum
. Slík orkuverk eru
millum annað í Íslandi, Nýsælandi og Kenja.
Kjarnorkuverk norðarlaga
í Upplandi í Svøríki.
Sólorkuverk í Odeillo-Font-Romeau
eystarlaga í Pyrineafjøllunum í
Fraklandi.
Varmi úr luft, jørð
og sjógvi
Við at nýta varmapumpur
(eisini nevndar hitapumpur)
ber til at hita hús og fáa
heitt vatn. Fleiri sløg av
varmapumpum eru. Í einari
luftvarmaskipan verður
varmin tikin úr luftini
uttanfyri. Ein annar máti er
at grava rør niður í jørðina
og soleiðis útvega varma
úr einari jarðvarmaskipan.
Eisini ber til at leggja rør
niður í sjógvin og harvið nýta
eina sjóvarmaskipan til at
verma hús. Hesar skipanir
við ymiskum sløgum av
varmapumpum eru enn á
royndarstigi í Føroyum, men
tað eru fleiri og fleiri, sum
brúka tær.
Luftvarmi, jarðvarmi og
sjóvarmi eru í sjálvum sær
bíligar og varandi orkukeldur.
Tað, sum kostar, er at útvega
skipanirnar og ikki minst
at útvega orku at reka tær.
Varmapumpur verða riknar
við el-orku, og stavar hon frá
olju, er lítið vunnið. Verður
el-orkan hinvegin gjørd við
varandi orkukeldum, so ber
á henda hátt til at minka
munandi um oljunýtsluna
og harvið um útlátið av
vakstrarhúsgassi.
I...,93,94,95,96,97,98,99,100,101,102 104,105,106,107,108,109,110,111,112,113,...148
Powered by FlippingBook