Landafrøði 2 - page 112

112
ORKA
Ein stórur partur av orkunýtsluni í verðini fer til flutning,
sum eisini elvir til 15 prosent av øllum CO
2
-útlátinum í
heiminum. Brennievnið, sum bilar, skip og flogfør brúka,
stavar alt samalt frá olju. Oljan er avmarkað tilfeingi; hon
verður einaferð uppi. Og enn er ikki so nógv annað í at velja.
Ein máti at minka CO
2
-útlátið kann vera at lata sonevndar
umhvørvisbilar nýta etanol sum brennievni. Tá ið etanol
verður brent, er útlátið av vakstrarhúsgassi minni, enn tá ið
bensin ella diesel verður brent.
VIT STEÐGA Á:
Etanol - gott ella ringt fyri umhvørvið
Orka, sum kann verða endurnýggjað
Etanol er alkohol, ið verður vunnið úr lívfrøðiligum tilfari,
sum til dømis kann vera sukurrør, hveiti, mais ella træspønir.
Tað ber til at velta hesa grøðina umaftur og umaftur, og tí
er etanol ein rávøra, sum kann verða endurnýggjað. Eitt
ávíst slag av bilbensini, sum inniheldur nógv etanol, verður
nevnt E85.
Eingin semja er um, at etanol sum brennievni til bilar er
gott fyri umhvørvið. Ein orsøk er, at tað fer so nógv orka til
at gera etanolið. Verður tað gjørt úr til dømis hveiti, so skal
nógv orka verða brúkt til handilstøð, til maskinurnar, sum
skera akurin, og til verksmiðjurnar, sum gera etanolið. Tað
eru tey, sum halda, at framleiðslan av etanoli krevur meiri
orku enn tað, sum fæst burturúr.
Brennievni í staðin fyri mat?
Tað skulu stórar nøgdir av rávøru til at útvinna etanol. Tað
vil siga, at har skulu stórir akrar til. Hevði tað ikki verið betri
at velt mat á akrunum, spyrja tey, sum finnast at framleiðsl­
uni av etanoli. Onnur siga, at grøði til etanol ikki er komin
í staðin fyri grøði til mat, tí at talan var um lendi, sum ikki
varð brúkt til nakað frammanundan.
Allastaðni í verðini er prísurin á mati nógv uppfarin hesi
seinastu árini. Hveitimjøl og breyð eru til dømis nógv dýrk­
að. Summi siga orsøkina vera, at so nógv etanol verður
gjørt, og onnur siga, at tað er tí at eftirspurningurin er so
nógv vaksin, serliga í Asia.
Gróðrarlund við
sukurrørum í
Sertãozinho nærindis
São Paulo í Brasil.
I...,102,103,104,105,106,107,108,109,110,111 113,114,115,116,117,118,119,120,121,122,...148
Powered by FlippingBook