Landafrøði 2 - page 119

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
119
AÐALFUNDURIN
TRYGDARRÁÐIÐ
TILSJÓNARRÁÐIÐ
AÐALSKRIVSTOVAN
BÚSKAPAR- OG
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
ALTJÓÐA
DÓMSTÓLURIN í Haag
Aðalskrivarin
FN (Förenta Nationerna) totalt 191 medlemsstater
FAKLIGIR UNDIRSTOVNAR
hjá ST, m.a. UNESCO,
WHO, IMF og WTO
SERLIGIR UNDIRSTOVNAR
hjá ST, m.a. UNICEF, UNEP,
IAEA og UNHCR
Tá statir taka seg saman
Nógv lond í heiminum samstarva á ymsan hátt. Statir kunnu til dømis
taka seg saman í
samveldi
. Noreg og Svøríki vóru eitt samveldi frá 1814
til 1905. Eitt annað dømi eru Sýria og Egyptaland, sum eina tíð vóru
í samveldi.
Stórir
yvirtjóða felagsskapir
, har nógvir statir eru limir, hava tó størri
týdning. At ein felagsskapur er
yvirtjóða
merkir, at hvørt einstakt land
letur felagsskapinum avgerðarrætt í ávísum spurningum.
Sameindu Tjóðir - ST
Heimsins størsti felagsskapur er
Sameindu Tjóðir, ST
, har 193 lond eru
limir. Bara nøkur heilt fá lond í heiminum eru ikki við í ST. Sveis var
til dømis uttanfyri í mong ár, men eftir eina fólkaatkvøðu í 2002 valdi
landið at gerast limur.
Endamálið hjá ST er at virka fyri friði, trygd og samarbeiði landanna
millum. Endamálið er eisini at verja mannarættindini. ST hevur í tí
sambandi sent friðarvarðveitandi herlið til fleiri lond kring heimin. ST
kann eisini avgera at seta tiltøk í verk ímóti statum, ið sambært ST
fremja órættvísan politikk. Tað merkir, at viðkomandi land kann verða
revsað á ymsan hátt, millum annað við at tað ikki fær selt vørur sínar,
at útlendskar fyritøkur ikki sleppa at byggja út har, ella at landið ikki
sleppur at taka lut í Olympisku leikunum.
GENERALFÖRSAMLINGEN
SÄKERHETSRÅDET
FÖRVALTARSKAPS-
RÅDET
SEKRETARIATET
EKONOMISKA OCH
SOCIALA RÅDET
INTERNATIONELLA
DOMSTOLEN i Haag
Chef generalsekreteraren
FN (Förenta Nationerna) totalt 191 medlemsstater
FN:s FACK-
ORGANISATIONER
bl.a. FAO, UNESCO, WHO,
IMF och WTO
FN:s SÄRSKILDA
ORGAN
bl.a. UNICEF, UNEP, IAEA
och UNHCR
Bygnaðurin í ST
ST (Sameindu Tjóðir), til samans 193 limalond
I...,109,110,111,112,113,114,115,116,117,118 120,121,122,123,124,125,126,127,128,129,...148
Powered by FlippingBook