Landafrøði 2 - page 123

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
123
enn um tey fáu marknastøðini. Eitt tað best varda markið nú á døgum
er markið millum Norðurkorea og Suðurkorea. Har eru tað so at siga
bara politisk rakstrarróp úr hátalarum, sum sleppa um markið. Onnur
dømi um væl vard mørk eru tey millum USA og Meksiko og millum
Ísrael og Libanon.
Bíligari hinumegin markið
Í Evropa eru ofta ikki so stórir munir í vælferð í grannalondum. Kortini
eru tað nógv fólk, sum gera sær dælt av handli og tænastum hinumegin
markið, tí at prísirnir har eru lægri. Í tí lítla fjallalandinum Andorra
millum Frakland og Spania er ein hópur av handlum við elektroniskum
lutum, sum eru væl bíligari enn aðrastaðni.
Norðmenn, sum búgva nær við svenska markið, fara ofta yvirum
til Svøríkis at keypa. Prísirnir á flestu vørum eru lægri í Svøríki enn í
Noregi. Hevði tað ikki verið fyri norðmenninar, sum fara um markið
at keypa, høvdu nógv færri handlar og matstovur verið svenskumegin
markið, har skelti ofta eru á norskum, og til ber at gjalda við norskum
pengum. Tað sama er galdandi nógva aðrastaðni, har stórir munir eru
á prísunum í grannalondum. Nógvir danir ferðast suður um markið til
Týsklands at keypa. Har eru skelti á donskum, og tikið verður ímóti
donskum pengum.
Tað eru eisini nógv fólk, sum nýta høvið at sigla millum lond fyri
at kunna keypa tollfríar vørur umborð. Nógvar ferjur sigla millum
Norðurlond, fyrst og fremst tí at har ber til at selja tollfríar vørur.
Finn dømi ummørk, sum tú ert farin um, bæði týðilig og ótýðilig.
Hvussu ber til at síggja, at farið er yvir um eitt mark? Finn dømi.
?
Ein flogvøllur, trý lond
Sveisiski býurin Basel hevur ein flogvøll, men hann er í Fraklandi. Mitt
inni í farstøðini er eitt marknaeftirlit. Av flogvøllinum ber til at fara við
innanríkisflogfari bæði til Fraklands, Sveis og Týsklands. Eisini týski býurin
Freiburg nýtir hendan flogvøllin. Um fólk fara eina uttanríkisferð, fara tey
úr Sveis. Basel hevur tríggjar jarnbreytastøðir, eina í Sveis, eina í Fraklandi
og eina í Týsklandi.
I...,113,114,115,116,117,118,119,120,121,122 124,125,126,127,128,129,130,131,132,133,...148
Powered by FlippingBook