Landafrøði 2 - page 130

130
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Tey økini, ið vanliga verða roknað sum menningarlond, eru londini
í Afrika, Asia (Japan og Suðurkorea undantikin), Latínamerika (tað
er Miðamerika og Suðuramerika) og Osiania (Avstralia og Nýsæland
undantikin).
Tað eru stórir munir á teimum ymisku menningarlondunum - og
inni í hvørjum landi sær. Summi lond eru sera fátæk. Onnur eru rík,
til dømis tey, sum framleiða olju. Tað er heldur ikki sjálvsagt, hvussu
ríkidømi og fátækadømi verða máld. Barnadeyðin í tí fátæka indiska
stakríkinum Kerala er lægri enn millum tey littu í USA.
Fríur handil
Rík lond seta ofta toll á innfluttar vørur fyri at verja sínar egnu fyritøkur,
og tað ger tað ofta torført hjá fátækum londum at selja sínar vørur. Nógv
eru tey, sum halda, at frælsari handilsviðurskifti kundu elvt til størri
rættvísi. Um eingin tollur var, og heldur ikki aðrar handilsforðingar,
kundu tey fátæku londini selt meiri av sínum vørum og fingið betri
búskap. Tey halda, at øktur handil landanna millum hevði verið ein
fyrimunur fyri allar partar.
Onnur vísa á, at heimsins lond hava sera ymiskar fortreytir fyri
landbúnaðarframleiðslu og ídnaðarframleiðslu. Tí halda tey, at um
fríhandil hevði verið settur í verk allastaðni, so var vandi fyri, at tey ríku
londini bara høvdu vunnið enn meira, og tey fátæku mist enn meira.
ES arbeiðir fyri fríhandli millum limalondini, men vil samstundis
verja seg móti kapping frá londum uttan fyri ES. Tað ber í sær, at nógvar
vørur til dømis úr Afrika og Asia verða dýrari, tá ið tær verða seldar í
ES-londum. Og tað ger aftur, at lond í Afrika og Asia hava torført við
at útflyta vørur.
Ymiskar fortreytir
Bøndur í ES kunnu fáa ymisk sløg av studningi, og framleiðslan av
landbúnaðarvørum í ES er økt. Í summum londum verða enntá
framleiddar ov nógvar landbúnaðarvørur. Avlopið verður selt bíliga á
heimsmarknaðinum. Í ávísum førum verður beint fyri matvørum, sum
eru til avlops.
Fátæk lond hava sjáldan ráð at geva sínum egna landbúnaði studning
á sama hátt. Tað ber í sær, at tey ofta noyðast at loyva, at vørur verða
innfluttar, sum eru so bíligar, at landsins egna framleiðsla ikki kann
kappast við tær.
Órættvísið millum lond fer ikki at minka, fyrr enn fátæk lond kunnu
selja sína framleiðslu á heimsmarknaðinumog fáa ein sømiligan prís fyri
Menningarhjálp
Russiski rithøvundurin Leo
Tolstoj skrivaði einaferð hetta:
”Eg siti á bakinum á einum
manni, noyði hann at bera meg
og kúgi hann, og kortini vissi
eg meg sjálvan og onnur um,
at mær tykir synd í honum, og
at eg á ein og hvønn hátt ynski
at linka um byrðu hansara ...
uttan at klíva niður av bakinum
á honum.”
Eru tað tey ríku londini,
sum sita oman á teimum
fátæku londunum? Veita vit
menningarhjálp, men vilja ikki
broyta tað, sum ger, at nógv
lond verða verandi fátæk? Eru
vit til reiðar at avmarka okkara
vælferð? Ella hava vit als onga
skuld í órættvísinum?
I...,120,121,122,123,124,125,126,127,128,129 131,132,133,134,135,136,137,138,139,140,...148
Powered by FlippingBook