Landafrøði 2 - page 134

134
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Ætlanir í samfelagnum
Eitt annað mál, sum eisini er ein spurningur um landafrøði og politikk,
er, tá ið ætlanir verða lagdar í einum samfelag. Talan kann til dømis
vera um, hvar bústaðir og ídnaður skulu vera, ella hvussu landið skal
útvega sær orku. Í einum fólkaræði skulu ætlanir fyri samfelagið á besta
hátt røkja áhugamálini hjá teimum ymisku bólkunum ella fólkunum
og ganga ynskjum teirra á møti.
Ætlanir í samfelagnum og landafrøði hoyra saman. Avger staturin
til dømis at byggja ein lærdan háskúla ella ein nýggjan motorveg, verða
bæði samfelagið og landslagið ávirkað á ymsan hátt. Tey, sum gera
ætlanir, mugu eisini hava í huga, hvussu landslagið sær út, og hvar fólk
búgva.
Alt eftir, hvørjar ætlanir verða lagdar, kunnu ávísir býir ella øki fáa
ein stóran vøkstur, og onnur fáa minni týdning. Ein nýggjur flog­
vøllur kann til dømis gera, at har verða stovnaðar fyritøkur, handlar og
gistingarhús. Ein lærdur háskúli í einum býi kann skapa fólkavøkstur,
eins og í Umeå í Svøríki ella Tróndheimi í Noregi. Í Brasil, Nigeria og
Malavi vórðu nýggir høvuðsstaðir bygdir, har tað áður bara vóru smáir
býir. Í Russlandi bygdi staturin stórar býir í sambandi við námsvinnu á
plássum, har eingin nakrantíð hevði búð.
I...,124,125,126,127,128,129,130,131,132,133 135,136,137,138,139,140,141,142,143,144,...148
Powered by FlippingBook