Landafrøði 2 - page 125

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
125
Hjálandatíðin.Heimurin
verður býttur sundur.
Seinast í 15. øld byrjaði tað, sum verður nevnt
hjálandastevna, kolonial­
isma
, ella
hjálandatíðin
. Lond í Evropa fóru tá at leggja lond undir seg.
Tað byrjaði við, at spaniólar og portugisar sigldu vestureftir og funnu
virðismiklar rávørur í Amerika. Har hertóku evropearar veldiga stór
øki, og rávørur haðan gjørdu Evropa ríkt.
Í 16. øld og frameftir løgdu evropearar eisini Asia, Afrika og Osiania
undir seg. Tað vóru fyrst og fremst Bretland og Frakland, sum fingu
sær hjálond ymsastaðni kring heimin. Týskland, Spania, Portugal,
Niðurlond, Belgia og Italia vóru eisini við til at býta heimin millum
sín. Og Norðurlond komu somuleiðis upp í part. Seinni fingu eisini
USA og Japan ræðið á nøkrum økjum.
Hjálandastevnan hevði við sær, at ein hópur av nýggjum landamørk­
um vórðu sett, og at nýggj hjálond vórðu til, sum vórðu stýrd úr einum
landi langt burturi. Ofta hendi tað, at ein ættbólkur ella fólk varð skilt
sundur, og partarnir endaðu hvør í sínum landi. Har máttu tey læra seg
málið hjá ymiskum hjálandaveldum og fylgja øðrum lógum og reglum,
enn tey høvdu gjørt frammanundan. Fólkabólkar, sum áður vóru vanir
at flyta víða um við húsdýrum sínum, sluppu ikki longur at ferðast á
sama hátt fyri teimum nýggju landamørkunum.
Eitt fjall í føðingardagsgávu
Á einum korti yvir Afrika eru
nógvar løgnar marknasetingar.
Eitt dømi er markið millum
Tansania og Kenja. Tað er
snórabeint, burtursæð frá
einum bugi rundan um fjallið
Kilimanjaro. Bugurin kom av tí,
at Victoria drotning í Onglandi
seinast í 19. øld gav týska
keisaranumWilhelmi II fjallið í
føðingardagsgávu! Tað, sum nú
eitur Tansania, hevði Týskland
hertikið, og Kenja var undir
enskum valdi. Týski keisarin
gramdi seg um, at hann hevði
einki kavaklætt fjall í sínum parti
av Afrika. Enska drotningin,
sum var fastir hansara, fann
eina loysn við at seta markið av
nýggjum!
Dodoma
Mombasa
Arusha
Nairobi
KENJA
TANSANIA
Viktoriu-
vøtn
Indiahav
Kilimanjaro
Miðkringur
Lond í Evropa býttu
Afrika sínámillum.
I...,115,116,117,118,119,120,121,122,123,124 126,127,128,129,130,131,132,133,134,135,...148
Powered by FlippingBook