Landafrøði 2 - page 122

122
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
DANMARK
ESTLAND
FINNLAND
ÍRLAND
LETTLAND
LITAVA
BRETLAND
SVØRÍKI
BELGIA
FRAKLAND
LUKSEMBORG
NIÐURLOND
TÝSKLAND
EYSTURRÍKI
PÓLLAND
SLOVAKIA
KEKKIA
UNGARN
GRIKKALAND
ITALIA
MALTA
PORTUGAL
SLOVENIA
SPANIA
KYPROS
RUMENIA
BULGARIA
KROATIA
ES-lond
Eitt mark - hvat vil tað siga
Mørk kunnu vera so ymisk. Summi mørk leggja vit valla til merkis,
onnur eru meira ella minni ógjørlig at sleppa um.
Hjá teimum flestu eru tað landamørk, sum hava mest at týða. Við­
hvørt er markið opið og sæst næstan ikki í landslagnum. Markiðmillum
Noreg og Svøríki er til dømis merkt við hvítmálaðum marknavarðum,
og tað ber uttan nakað hóvasták til at ganga úr øðrum landinum inn
í hitt.
Summastaðni eru landamørk tryggjað við píkatráð og vakmynda­
tólum, og hermenn halda vakt. Í nógv ár var so at siga ógjørligt at
sleppa um markið millum Eysturevropa og Vesturevropa aðrastaðni
Limalondini í ES
Yvirtjóða ogmillumtjóða samstarv í ES
Londini í ES samstarva bæði yvirtjóða og millumtjóða. Yvirtjóða
samstarv merkir, at ES kann samtykkja lógir og reglur, sum eru galdandi í
limalondunum, hóast tær ikki eru samtyktar í tinginum í teimum einstøku
londunum. Yvirtjóða samstarvið í ES fevnir millum annað um tann innara
marknaðin, landbúnað og fiskivinnu.
Millumtjóða samstarv merkir, at lógir og reglur á hesum øki skulu
góðkennast í øllum londunum, áðrenn tær verða settar í verk. Millumtjóða
samstarvið í ES fevnir millum annað um uttanríkispolitikk, trygdarpolitikk
og verjupolitikk.
I...,112,113,114,115,116,117,118,119,120,121 123,124,125,126,127,128,129,130,131,132,...148
Powered by FlippingBook