Landafrøði 2 - page 120

120
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Tað eru tó tey, sum halda, at ST ikki megnar nóg mikið. Ein orsøk er,
at nógvar týðandi avgerðir ongantíð verða tiknar, tí at tey stóru londini
hava sýtingarrætt. Tað ber eisini illa til hjá felagsskapinum at noyða
lond at fylgja avgerðum sínum. Harumframt er fíggjarstøðan hjá ST
vánalig, og tað kann verða drúgt at koma ígjøgnum skrivstovuveldið.
Evropeiska Samveldi - ES
Ein annar týðandi yvirtjóða felagsskapur er
Evropeiska Samveldið, ES
.
ES er vorðið til burtur úr tí, sum nevndist
Evropeiski Felagsskapurin,
EF
, sum aftur stavaði frá
Evropeiska Fíggjarliga Felagsskapinum, EEC
,
og fyri tað var
Evropeiski Kol- og Stálfelagsskapurin
.
Tann fyrsti av hesum felagsskapum varð til í 1950-árunum, eftir
seinna heimsbardaga. Fremsta endamálið var at forða fyri, at kríggj
aftur skuldi bresta á millum lond í Evropa. Við at stovna eitt yvirtjóða
eftirlit við framleiðsluni av koli (sum tá var týdningarmesta orkukeldan)
og stáli (sum var neyðugt í vápnaframleiðslu) kundi verða forðað fyri, at
londini aftur fóru at dubba seg til kríggj hvørt móti øðrum.
Indiskir ST-hermenn
hjálpa við at byggja tað
krígsherjaða landið Liberia
í Vesturafrika uppaftur.
Sýtingarrættur -
vetorættur
At tey stóru londini hava
sýtingarrætt merkir, at um
bara eitt av hesum londum
greiðir atkvøðu ímóti einari
avgerð, so kann hon ikki verða
samtykt. Londini, sum hava
sýtingarrætt, eru tey føstu
limalondini í trygdarráðnum.
Tey eru: Bretland, Frakland,
Kina, Russland og USA.
I...,110,111,112,113,114,115,116,117,118,119 121,122,123,124,125,126,127,128,129,130,...148
Powered by FlippingBook