Landafrøði 2 - page 113

Vandar fyri umhvørvið
Ein stórur partur av tí etanolinum, sum verður brúkt í Evropa,
verður innflutt, einamest úr Brasil. Í Brasil gera tey etanol úr
sukurrørum. Gróðrarlundirnar við sukurrørum eru ómetaliga
stórar. Atfinningarnar eru nógvar, tí at alt meiri lendi verður
brúkt til sukurrør, heldur enn at myndugleikarnir gera, sum teir
hava lovað, og lata fátækum bóndummeiri jørð at velta. Tey, sum
arbeiða við sukurrørunum, fáa lítla løn, og trygdin á arbeiðspláss-
inum er vánalig. Men útflutningurin av etanol hevur stóran týdn-
ing fyri búskapin í Brasil og harvið møguleikarnar at betra um
umstøðurnar hjá teimummongu fátæku í landinum.
Tað eru tey, sum halda, at so hvørt summeiri lendi fer til at velta
sukurrør, noyðast tey, sum hava húsdýr, at flyta, kanska til støð, har
regnskógur nú er. Onnur siga, at so er ikki, men at hetta bara eru
ræðusøgur frá teimum stóru oljufeløgunum.
Frægast er at spara orku
Tey, sum halda etanol vera eina góða loysn, siga, at framleiðslan
verður støðugt munadyggari og krevur minni orku. Tað ber eisini
til at gera etanol úr tilfari, sum annars hevði verið burturkast.
Tá kappast etanolið ikki við matvøruframleiðslu. Men framvegis
verður ov nógv orka brúkt at gera etanol, siga tey, sum finnast at.
Tað er ikki lætt at taka støðu til, hvat er betri fyri umhvørvið. Og
tað, sum er gott fyri umhvørvið í einum landi, kann vera ein stórur
vandi fyri umhvørvið í einum øðrum landi. Ber tað yvirhøvur til at
velja ímillum tað, sum er gott fyri umhvørvið, og tað, sum er gott
fyri menniskju?
Framstig henda alla tíðina í arbeiðinum at finna varandi
orkukeldur, sum ikki hava ringt árin á náttúruna. Men enn er ov
tíðliga at siga, hvørjar loysnir eru bestar fyri allar partar - náttúruna,
veðurlagið, menniskjuni, samfelagið. Viðvíkjandi orku er tó eitt,
sum øll kunnu verða samd um, og tað er, at tað ræður um at spara
orku so nógv, sum til ber.
Etanolverksmiðja í Paracicuba
nærindis São Paulo í Brasil.
I...,103,104,105,106,107,108,109,110,111,112 114,115,116,117,118,119,120,121,122,123,...148
Powered by FlippingBook