Landafrøði 2 - page 104

104
ORKA
Maritsa Iztok er størsta kolanámið í
Bulgaria. Hiðan stava 85 prosent av
orkunýtsluni í landinum.
Orkukeldur, sumkunnu verða uppi
Tilfarið í jørðini verður ikki endurnýggjað. Tað merkir, at um náttúru­
tilfeingið í jørðini einaferð verður uppi, so kemur einki annað í staðin.
Tí verða kol, olja og jarðgass nevnd
ikki-endurnýggjandi
orkukeldur.
Kjarnorka hoyrir eisini við til tær. Til at nýta kjarnorku krevst eitt
geislavirkið evni, til dømis uran. Sum er verður so nógvur uranmálmur
høgdur, at hann kann verða uppi longu í hesari øldini.
Kol hevði nógv at siga í ídnaðargerðini
Nógvastaðni á jørðini hava menniskju gjørt jarn og stál úr jarnmálmi
í fleiri øldir. Í fyrstuni brúktu tey trækol at bræða jarnmálmin. Stórir
skógir vórðu feldir fyri at fáa nóg mikið av trækoli. Tá ið ídnaðurin í
1800-talinum kom fyri seg, var ikki nóg mikið av skógi. Í Onglandi
var nógv til av steinkoli, ið er tað, sum vit vanliga nevna kol. Har fóru
tey undir at høgga kol, sum varð brúkt bæði til at bræða jarnmálm og
sum brenni í dampmaskinunum. Tær komu í staðin fyri vatnorku og
gjørdu, at tað bar til at byggja fabrikkir aðrastaðni enn nærindis áum.
Dampmaskinur kundu eisini pumpa vatn upp úr kolanámunum, og
tær kundu verða nýttar í tokum og skipum. Við jarnbreytini bar til
at flyta kol og annað náttúrutilfeingi langar leiðir, so at fabrikkirnar
kundu verða bygdar langt frá rávørunum.
Alduorka og
sjóvarfalsorka
Fólk hava leingi roynt at
finna mátar at útvega el
burtur úr orkuni, sum er
í rørslunum í aldunum í
sjónum og í streyminum
av sjóvarfalli. Mátarnir eru
nógvir, men tað er torført
at byggja útgerð, sum tolir
saltið og tað ógvisliga veðrið
á sjónum. Enn eru bara
fáar royndir gjørdar kring
heimin, men tað kann væl
hugsast, at hesar orkukeldur
í framtíðini fara at hava ein
týðandi leiklut.
I...,94,95,96,97,98,99,100,101,102,103 105,106,107,108,109,110,111,112,113,114,...148
Powered by FlippingBook