Landafrøði 2 - page 95

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
95
landi sumNorðurkorea arbeiða so at siga øll í almennum fyritøkum, og
í øðrum londum er tað soleiðis, at næstan alt uttan rættarskipanin og
verjan verður rikið av privatum.
Í fleiri av okkara grannalondum er almenni geirin minkaður hesi
seinastu árini. Nógv av tí, sum landið ella kommunurnar áður stóðu
fyri, er nú lagt út til privatar fyritøkur at røkja. Talan kann til dømis
vera um reingerð á almennum stovnum, sjúkrahús, barnagarðar og
flutning av ymsum slag, harundir postflutning.
Tann óformligi geirin
Vinnulívið fevnir eisini um tað, sum kann verða nevnt
tann óformligi
geirin
. Um okkara leiðir verður sum oftast meint við tað, sum fer fram
uttan fyri samfelagseftirlit. Tað kann til dømis vera, tá ið skyldfólk ella
grannar hjálpa hvørjum øðrum, ella tá ið onkur ger eitt arbeiði, sum
hann fær løn fyri, men ikki sigur skattavaldinum frá. Óformligi geirin
kann eisini fevna um ymisk brotsverk og lógarbrot.
Í fátækum londum er óformligi geirin ofta tann størsti umframt
landbúnaðin. Fyri at fáa mat í munnin mugu fólk útvega sær onkra
inntøku. Tað kann til dømis vera at busta skógvar, vaska bilar, umvæla
súkklur ella selja grønmeti, sum tey sjálv hava velt.
Tað eru tey, sum halda, at óformligi geirin hevur týdning í menning­
ini hjá einum landi; hann kann minka um fátækadømið og kann
kanska gerast til ídnað. Onnur halda, at ein stórur óformligur geiri er
tekin um eitt óframkomið land, til dømis tá ið fólk, ofta børn, mugu
gera tungt arbeiði á vandamiklum arbeiðsplássum fyri lítla og onga løn.
Í slíkum førum verður hvørki hugsað um heilsuvanda fyri arbeiðsfólkið
ella vandar fyri umhvørvið.
Ein maður í einum fátækum
øki í Nairobi, Kenja, selur
mangt og hvat í sølubúð síni,
millum annað sápu, amboð
og egg.
I...,85,86,87,88,89,90,91,92,93,94 96,97,98,99,100,101,102,103,104,105,...148
Powered by FlippingBook