Landafrøði 2 - page 89

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
89
bilurin verður settur saman. Tí ber illa til at siga, at ein bilur til dømis
er týskur, hóast hann er settur saman í Týsklandi. Lutirnir, sum hann
er settur saman av, eru mangan gjørdir á serligum verksmiðjum víða
hvar í heiminum.
Nógv virksemi er knýtt at bilídnaðinum. Summi veita tænastur og
gera umvælingar, onnur arbeiða við at menna tryggari bilar og motorar,
sum brúka minni brennievni. Serligar deildir fáast við at sniðgeva fram­
tíðar bilar. Ein bilur skal jú ikki bara virka væl; hann skal eisini vera
vakur og bera boð um eina kenslu ella ein lívsstíl.
Nú á døgum verða bilar gjørdir í nógvum londum kring heimin. Í
2011 varð fjórði hvør bilur gjørdur í Kina. Nógvir bilar vórðu somu­
leiðis gjørdir í Japan, Týsklandi og Suðurkorea. Eisini lond sum India,
USA og Brasil eru við í bilframleiðsluni. Nógv dømi eru um, at bil­
framleiðarar eru farnir saman í stórar altjóða fyritøkur fyri at standa
seg í kappingini. Gongdin hesi seinastu árini hevur kortini verið, at alt
minni partur av bilunum verða gjørdir í USA og Evropa. Bilídnaðurin
hevur serliga tikið seg fram í Kina og øðrum londum í Asia.
Heilivágsídnaður
Heilivágsídnaðurin
er ein ógvuliga stór ídnaðargrein. Hann verður
roknaður sum
evnafrøðiligur ídnaður
, tí at heilivágur verður gjørdur
úr evnafrøðiligum tilfari. Sjálv framleiðslan av tablettum og flótandi
Meira enn 10 milliónir
5–10 milliónir
2– 5 milliónir
1– 2 milliónir
0,3–1 millión
Lond, sum framleiða meira enn 300.000 bilar um árið
Meira enn 10 milliónir
5–10 milliónir
2– 5 milliónir
1– 2 milliónir
0,3–1 millión
I...,79,80,81,82,83,84,85,86,87,88 90,91,92,93,94,95,96,97,98,99,...148
Powered by FlippingBook