Landafrøði 2 - page 93

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
93
eiga gistingarhúsini, og nógv av matinum, sum ferðafólkini fáa at eta,
kemur haðan við flogfari.
Ferðavinnan ávirkar eisini umhvørvið. Nógv serstøk náttúruøki verða
niðurslitin, tí at ov nógv ferðafólk koma hagar. Í nógvum fátækum
londum eru ikki nóg góð reinsiverk, og spillivatn frá gistingarhúsunum
verður latið beinleiðis út á sjógv. Á matstovum og gistingarhúsum verða
einnýtisíløt nógv brúkt, til dømis sjampodunkar og smá íløt til súltutoy,
og tað ger, at rúgvurnar av burturkasti vaksa.
Tá ið umhvørvið verður spilt, spillast eisini møguleikarnir fyri ferða­
vinnu. Tað kann gerast ein dyggur smeitur fyri landspartar og heil lond,
har ferðavinnan er ein týðandi inntøka. Seinastu árini er tað blivið
vanligt at tosa um vistfrøðiliga ferðavinnu. Tað vil siga, at roynt verður
at byggja upp eina ferðavinnu, sum á ymsan hátt hevur umhvørvið í
huga. Nógvastaðni royna myndugleikarnir eisini at avmarka talið á
ferðafólki, so at umhvørvið ikki verður spilt.
Frá ídnaði til tænastur
Fram til 20. øld arbeiddu fólk flest í landbúnaði og fiskivinnu. Um
miðju 20. øld arbeiddu tey flestu í ídnaðinum, og nú á døgum gerast
Í londum, har lítið náttúrutilfeingi er,
kann vistfrøðilig ferðavinna fáa stóran
týdning fyri búskapin. Nepal, ið er
millum fátækastu lond í heiminum,
hevur sett stór øki av til tjóðgarðar. Í
Chitwan hyggja ferðafólk at einum
indiskum nashyrningi, sum er eitt hótt
djóraslag.
I...,83,84,85,86,87,88,89,90,91,92 94,95,96,97,98,99,100,101,102,103,...148
Powered by FlippingBook