Landafrøði 2 - page 86

86
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Ymiskar ídnaðargreinir
Til eru nógv ymisk sløg av ídnaði, sum tað kann vera torført at bólka.
Her verða nakrar stórar ídnaðargreinir viðgjørdar, men verri enn so
allar. Viðhvørt verður
bilídnaður
roknaður sum ein grein fyri seg, og
onkuntíð verður hann taldur við í
verkstaðarídnaðin
. Í tí evnafrøðiliga
ídnaðinum verður alt møguligt virkað, alt frá sjampo og vaskievni til
bensin og medisin.
Fyritøkur í ídnaðinum broytast alla tíðina. Tað, sum einaferð var
eitt lítið mjólkarvirki, har tey við einføldum maskinum pakkaðu
mjólk og gjørdu smør og ost, kann vera vaksið til stóran ídnað, har
tey gera túsundtals litrar av mjólk, róma, hvítu og jogurt í ymiskum
støddum og smakkum á flutningsbandi. Ein fyritøka, sum einaferð í
tíðini fór undir eitt slag av virksemi, kann nú gera okkurt heilt annað.
Eitt væl kent dømi er Nokia. Í 1970-árunum gjørdi Nokia millum
annað gummistivlar. Nú er tað millum heimsins størstu framleiðarar
av fartelefonum.
Arla Foods er ein donsk-
svensk fyritøka, sum selur
sínar mjólkarúrdráttir
kring allan heim.
I...,76,77,78,79,80,81,82,83,84,85 87,88,89,90,91,92,93,94,95,96,...148
Powered by FlippingBook