Landafrøði 2 - page 79

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
79
teinar, sum oftast inni í býunum. Men so hvørt sum veganetið varð
útbygt, koyrdu lastbilarnir longri og longri teinar. Nú á døgum er nógv
lastbilferðsla í øllum Evropa, og tað elvir til vandar fyri umhvørvið.
Somuleiðis henda nógvar vanlukkur.
Loftvegis flutningur
Fyri seinna heimsbardaga vóru ikki nógv flogfør. Talan var einamest
umhernaðarlig flogfør ella flogfør at flyta post við. Men í 1950-árunum
fór flogídnaðurin av álvara undir at menna og gera flogfør, sum kundu
taka nógv fólk. Síðan tá er flogferðslan vaksin ógvuliga nógv. Yvir
pørtum av Evropa eru enntá javnan bíðirøðir í loftrúminum.
Flogfør verða fyrst og fremst nýtt at flyta ferðafólk. Men eisini nógvar
vørur verða fluttar loftvegis, serliga slíkar, sum viga lítið og eru virðis­
miklar. Talan kann til dømis vera um mat, sum ikki kann goymast
leingi, ella elektroniska útgerð so sum fartelefonir og teldulutir.
Í Miðevropa er tann tunga lastbil­
ferðslan ein stórur trupulleiki fyri
umhvørvið. Myndin er av einum
motorvegi við fýra breytum nærindis
Köln í Týsklandi.
I...,69,70,71,72,73,74,75,76,77,78 80,81,82,83,84,85,86,87,88,89,...148
Powered by FlippingBook