Landafrøði 2 - page 82

82
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Handil
Heimshandilin snúði seg leingi einamest um matvørur, umframt
rávørur so sum timbur, jarn og olju. Nú á døgum eru meira enn 60 pro­
sent av heimshandlinum hálvlidnar ella lidnar ídnaðarvørur, til dømis
teldur, sjónvørp og bilar.
Alt størri partur av heimshandlinum er ávirkaður av tí tøkniligu
menningini, serliga internetinum.
Handilssøga
Í meira enn 5000 ár hava fólk keypt og selt vørur hvørt frá øðrum. So
langt afturi í tíðini var livandi handilssamband millum samfeløgini í
Kina, Egyptalandi, Mesopotamia (núverandi Irak) og Indusdalinum
(núverandi Pakistan og India). Við keypi og sølu bar til at fáa fatur á
vørum, sum ikki kundu verða gjørdar á heimstaðnum. Tá ið fólk fingu
handilssamband hvørt við annað, lærdu
tey eisini um mentanina hjá øðrum
fólkasløgum.
Leingi var tað soleiðis, at fólk skiftu
um vørur, men tey fóru tíðliga í søguni
at brúka okkurt slag av pengum ella
tílíkt at gjalda við.
So við og við vaks handilin landanna
millum, og vørurnar gjørdust fleiri í tali
og dýrari. Samstundis vaks eisini áhugin
fyri at hava eftirlit við handlinum, bæði
við tolli og øðrum avgjøldum. Tann,
sum hevði ræðið á handlinum, fekk ofta
bæði vald og pening.
Tá ið evropeiskir keypmenn keyptu
vørur úr londum í Afrika og Asia, vórðu
teir greiðir yvir, at har var nógv ríkidømi
at finna. So hvørt sum skipini gjørdust
betri, og førleikin at sigla mentist,
gjørdu keypmenninir í Evropa skip síni
út til langferðir í aðrar heimspartar.
Tað felags gjaldoyrað
í ES, evran, hevur gjørt
handilin landanna
millum lættari.
I...,72,73,74,75,76,77,78,79,80,81 83,84,85,86,87,88,89,90,91,92,...148
Powered by FlippingBook